Faldari um Setursútbúgvingar í hvørt hús í dag
Í dag, mikudag 8. mars 2017, hevur Posta borið nýggja faldaran um allar útbúgvingar á Setrinum út í hvørt hús í Føroyum.
Á hvørjum ári prentar Fróðskaparsetur Føroya faldarar um útbúgvingarnar á Setrinum, soleiðis at fólk, sum hava ætlanir um víðari útbúgving og kanska ynskja at søkja inn á Setrið, hava møguleika fyri at kunna seg um útboðið av útbúgvingum á Setrinum - eisini á prenti.
Higartil hava faldararnir, sendir í hvørt hús í Føroyum um hesa tíðina av árinum í góðari tíð undan Kvotu 2 freistini, sum er 15. apríl, einans snúð seg bachelorútbúgvingarnar, sum eru í boði á Setrinum.
Í ár er øðrvísi, tí nú snýr faldarin seg um allar útbúgvingarnar, sum eru í boði í ár - og eisini um nakrar útbúgvingar, sum ikki verða í boði fyrr enn í 2018.
Faldarin skuldi verið komin inn um brævrivurnar í hvørjum húski í Føroyum í dag. Um so er, at faldarin er burturblivin onkusvegna, ella ynski er um at kunna fólk, sum ikki búgva í Føroyum um tað, sum stendur í faldaranum, so ber til at heinta nýggja faldaran her á síðuni.
Far til Bachelor og Master faldaran 2017.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...