Náttúruvísindadeildin
20.03.2009
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Far við Snar . . .

Á samkomu á Læraraskúlanum 19. mars varð undirvísingarportalurin Snar latin upp. Snar er ætlaður at tæna øllum, sum onkursvegna eru knýtt at føroyska skúla- og undirvísingarverkinum.


Bygnaðurin á Snar er gjørdur soleiðis, at alt tilfar er flokkað, so at tað skuldi verið lætt at funnið aftur hjá brúkaranum, og ein sokallað indexerað leitiskipan er eisini partur av Snar.

Við tilfar verður meint so at siga alt slag av undirvísingartilfari. At byrja við er tað mesta siðbundið tilfar, sum kann skrivast út ella lesast á skíggjanum. Men við tíðini skuldi samvirkið tilfar helst gjørst ein alsamt størri partur av Snari.

Longu at byrja við er eitt sindur av føroyskum samvirkni á Snari, og harafturat er ætlanin at slóða til samvirknar lærulutir á útlendskum heimasíðum.

Fyri tíggju árum síðan var skúlasøga skrivað, tá ið KT-depilin gav skúlaverkinum First Class skipanina, og kann ikki sigast annað enn, at væl varð tikið móti tí nýggja netheiminum, sum opnaði seg fyri lærarum í føroyska skúlaverkinum. FirstClass hevur riggað sera væl, og tað er valla lærari, sum ikki brúkar FirstClass nær um hvønn arbeiðsdag.

Nú Snar er komin, verður aftur skúlasøga skrivað.

Snar fer - saman við samskiftisskipanini First Class - at geva skúlafólki nýggjar og víðkaðar møguleikar, serstakliga við at gera undirvísingartilfar av alskyns slagi lætt atkomuligt hjá øllum, sum eru áhugað.