Fara vit heldur at speaka enskt?
“Størsti mentanarvarðin er føroyska málið, og at tað má takast í álvara, nú enskt trokar seg inn við rúkandi ferð hjá okkara smæstu.”
Soleiðis segði Aksel V. Johannesen í løgmansrøðuni á ólavsøku. Tað, sum løgmaður nemur við her, er tað, sum verður rópt málskifti. Tað, at fólk fara frá at tosa eitt mál, til at eitt annað mál tekur yvir í samfelagnum.
Tað er nógv sum bendir á, at tað er, sum løgmaður sigur, at enskt trokar seg inn í talumálið. Eitt dømi um hetta kundi verið hetta pettið úr eini tilvildarligari samrøðu í fjølmiðlunum: A. sigur “Hvønn persón kundi tú hugsað tær at møtt?” Og B. svarar: “Marilyn Monroe!... no doubt about it. Hon fór ígjøgnum so forbankað nógv shit stakkalin.” Ella eitt barn, sum nevnir litirnar á enskum, tí tað hoyrir hetta í sangum á YouTube og aðrastaðni. Soleiðis sær føroyskt talumál út í dag hjá nógvum, bæði yngri og eldri.
Svabo skrivar í Indberetninger... (1781-1782) á bls. 266, at føroyskt er rættiliga illa farið, og at ein kann antin fara undir at reinska málið, ella føra inn danskt ístaðin fyri føroyskt. Hetta síðsta er eitt beinleiðis tilmæli um málskifti, og evnið er aftur relevant í dag. Vit skulu steðga á eins og fyri 250 árum síðan, tí verður einki gjørt við støðuna, eru vit helst í gongd við fyrsta stigi í einum málskifti yvir í enskt.
Eitt dømi um, at málskifti kann ganga skjótt, er hjá Navajo indianarunum. Í 1970 høvdu 90% av børnunum navajo sum fyrsta mál, tá ið tey komu í skúla. 30 ár seinni var tað beint øvugt. Nú var tað enskt, sum var tað fyrsta málið (Romaine, 2013). So skjótt kann eitt málskifti henda. Í Hetlandi var eisini eitt málskifti frá norn til enskt, sum hendi, eftir at uml. 25% av skotum vóru komnir til oyggjarnar, og hjúnabond vórðu blandað, og enskt gjørdist málið, sum børn teirra nýttu (Knooihuizen, 2010).
Skal eitt mál yvirliva, skal tað flytast børnum frá foreldrum og øðrum vaksnum. Tað skal ganga børnunum í arv, og skulu børnini taka við málinum, mugu tey hoyra tað allastaðni. Tað vil siga, at málið skal hava støðu sum høvuðsmál og verða nýtt á øllum økjum í samfelagnum. Eftir tógvið stríð hevur føroyskt fingið støðu sum fyrsta mál í Føroyum (hóast danskt skal lærast væl og virðiliga), og tað verður eisini brúkt á flestu økjum sum í kirkjum, málið er brúkt sum undirvísingarmál í skúlum, vit hava føroyskt útvarp, o.s.fr. Mál er ikki bara samskifti millum børn og vaksin. Eitt eitt týðandi íkast er eisini aðrastaðni frá, t.d. frá øllum, tey hoyra, síggja og lesa á ymiskum pallum, so sum útvarpi, sjónvarpi og á alnetinum. Men í dag er føroyskt eitt minnilutamál á digitalu pallunum, og tað er tí eitt stórt øki, har føroyskt ikki verður brúkt og ikki er høvuðsmál.
Í nýggjari lesikanning (sí www.malmenning.fo) vóru uml. 1300 børnini spurd, hvussu ofta tey tosaðu ella brúktu ensk orð, tá tey spældu teldu og teldil, tá tey vóru saman við vinum, og hvussu ofta tey brúktu ensk orð, tá tey ikki kendu tað føroyska orðið. 30 % siga, at tey ofta ella sera ofta brúka ensk orð, tá ið tey eru saman við vinfólkunum. 27 % siga seg ofta ella sera ofta brúka ensk orð, tá ið tey spæla teldu ella líknandi. 13 % siga, at tey tosa enskt, tá ið tey eru saman við vinfólkum, og telja vit tey við, sum siga, at tey gera tað av og á, er talið 34 %. 28 % brúka ofta ella sera ofta ensk orð, tá ið tey mangla ella ikki kenna føroyska orðið. Telja vit tey sum svara av og á uppí, so svara yvir helvtin av føroysku børnunum, at tey brúka ensk orð, tá tey mangla ella ikki kenna føroyska orðið. Um hugt verður at teimum, sum siga seg brúka ensk orð ofta ella sera ofta, sæst, at dreingir sum heild brúka fleiri ensk orð; einasta undantakið er, tá ið børnini eru saman við vinfólki, tá siga bæði gentur og dreingir seg brúka enskt líka nógv. Serliga er tað, tá ið dreingir spæla teldu, at teir brúka ensku orðini; hetta talið samsvarar eisini við, at dreingir siga seg spæla munandi meiri teldu enn gentur. Ein líðandi øking í, hvussu nógv børnini brúka ensk orð sæst úr 4. flokki upp til 9. flokk. Hetta kann vísa á, at enskt hevur ein ávísan status millum tey ungu. Tey í 9. flokki siga seg munandi oftari brúka enskt, tí tey ikki duga føroyska orðið í mun til hinar flokkarnar; talið er 45 % í mun til 22 % í 4. flokki. Eisini siga tey seg brúka nógv meiri enskt enn hinir flokkarnir, tá ið tey eru saman við vinfólki; har er talið 47 % móti 22 % í 6. flokki.
Hetta er ein kvantitativ kanning, og vit vita enn ikki neyvt, hvussu hetta háttar sær ítøkiliga. Vit halda okkum tó kunna siga sum nú er, at teir opnu orðaflokkarnir verða læntir (navnorð, sagnorð, lýsingarorð, og partvíst hjáorð), men at tað ikki er so lætt at læna fornøvn sum he, she ella some. Og spurningurin er so, um grundleggjandi orð verða útskift. Til bólkin av grundleggjandi orðum roknar mann vanliga orð um skyldskap (faðir, móðir, beiggi, systir, fastir...), orð fyri likamslutir (hjarta, nýra...), orð fyri grundlitirnar o.o. Verða hesi skift út, er støðan ikki serliga heppin, og vit hoyra í dag smábørn nevna t.d. litir á enskum.
Aksel V. Johannesen nemur eisini við integratiónspolitikkin í røðu sínari:
“ Og tað er eisini tí, at vit taka ábyrgd, at vit eru farin undir at fremja integratiónspolitikkin. Tað búðu slakir 1300 útlendingar við øðrum tjóðskapi enn norðurlendskum í Føroyum við ársenda 2017. Hesir samborgararnir – og ikki minst børn teirra – mugu fáa møguleikar og eggjast til at virka í samfelagnum á jøvnum føti við føroyingar.”
Ein partur av tí at geva øllum borgarum møguleikar til at virka í samfelagnum er, at tilflytarar fáa góðar møguleikar at læra seg føroyskt. Tað eigur at vera raðfest høgt at bjóða skipaða undirvísing í føroyskum bæði til vaksin og børn í og undir skúlaaldri. Tvímælið er í sjálvum sær ein gáva, men um tey børnini, sum hava tørv á tí, ikki fáa tilboð um hjálp, kann tað gerast trupult at læra føroyskt.
Verður mál 2 í tvímælisstøðuni tað dominanta málið, t.d. enskt verður tað dominanta málið, tá eru vit væl ávegis í einum málskifti, og tí er tað umráðandi, at føroyskt er á teimum pallunum har børnini ferðast.
Føroyskt er viðkvæmari enn onnur mál, tí vit eru eitt lítið máløki, og ávirkan frá øðrum málum er stór, serliga við tí digitala meldrinum. Tí er tað so týdningarmikið, at okkurt verður gjørt.
Hvat gera vit?
Vit skulu veita skipaða undirvísing, sum byggir á europeiskan standard nevndur CEFR. Hetta er ein frymil, sum fólk, ið undirvísa í øðrum máli halda seg til. Um skipanin verður sett í gildi, hava tey, sum undirvísa í føroyskum sum annaðmál nakað at halda seg til. Tann 23/2-2017 sendi táverandi Málráðið eitt bræv til Mentamálaráðið, har heitt var á tey, um at fáa sjøtul settan á arbeiðið við CEFR skipanini. Her varð svarað, at MMR hevur, í samstarvi við kommunurnar, veitt skeið fyri útlendingar, og er talan um 350 tímar. Hetta er heilt gott, tí tímatalið í Norðurlondum er rættiliga ymiskt. Í Finnlandi og Danmark ber til at fáa upp til 2000 tímar, í Íslandi 240 (Wahlgren o.fl. 2010: 49). Týdningarmikið er kortini at fáa undirvísingina setta í eina skipan sum ta europeisku, og fáa neyvt greinað, hvat skal lærast av máli og mentan, soleiðis at tilflytarar fáa bestu møguleikar virka og luttaka í tí føroyska samfelagnum.
Svabosa metingar av støðuni fyri 250 árum síðan vóru, at vit skulu skifta mál. Í Løgmansrøðuni (2018) nevnir Axel V. Johannesen, at “størsti mentanarvarðin er føroyska málið, og at tað má takast í álvara, nú enskt trokar seg inn við rúkandi ferð hjá okkara smæstu”. Vit hava eitt mál, sum er so lítið, at tað tolir ikki hvat sum helst. Tí snýr tað seg um tilvit hjá okkara ráðandi, soleiðis at vit fáa alt økið “máltøku - bæði fyrsta og annaðmál”, “máltøkni”, “undirvísing” og “tilfar” til høldar. Máltøknin skal mennast, soleiðis, at børnini møta føroyskum eisini í teirri talgildu verðini, t.d., at á YouTube, og har sum tey smæstu børnini fáa part av sínum málsliga íkasti. Tilvit er týðandi, men um vit ynskja at geva okkara borgarum bestu møguleikar fyri at menna málsligu førleikarnar, so krevst eisini fígging til hetta sama: til gransking í umstøðunum í Føroyum, til holla undirvísing og til tilfar bæði undirvísingartilfar og undirhaldstilfar á bæði siðbundnu og digitalu pallunum.
Bókmentir
Knooihuizen, R. 2010. Perspectives on the Norn-to-Scots language shiftin Shetland. Í Turid Sigurðardóttir og Brian Smith (ritstj.) Jakob Jakobsen in Shetland and the Faroes, bls. 85-98. Shetland Amenity Trust.
Romaine, S. 2013. Contact and Language Death. Í Raymond Hickey (ritstj.) The Handbook of Language Contact, bls. 320-340. Wiley-Blackwell.
Svabo, J. Chr.
Wahlgren, B. o.fl. 2010. Integration gennem voksen- og efteruddannelse. TemaNord. 2010:557.
Kanning av lesivanum hjá børnum 2017/18 – Frágreiðing, Lydia Didriksen, Turið Kjølbro, Sissal M. Rasmussen og Marjun Ziskason, www.malmenning.fo, Tórshavn, 2018.
Um høvundarnar
Hjalmar P. Petersen dr. phil., er lektari í føroyskum á Føroyamálsdeildini.
Sissal Maria Rasmussen skrivar ph.d-ritgerð um máltøku á Føroyamálsdeildini og Syddansk Universitet.
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...