02.06.2009
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Faroe Islands Exploration Conference

Jarðfeingi og Universitetsforlagið Fróðskapur hava givið út bókina Faroe Islands Exploration Conference – Proceedings of the 2nd Conference. Bókin er ritstjórnað av Thomas Varming og Hera Ziska. Í bókini eru 21 vísundaligar greinar.


Greinarnar eru bygdar á fyrilestrar, sum vóru hildnir á “Faroe Islands Exploration Conference 2006”. Evnið, ið verða viðgjørd, eru millum annað, hvussu basalt ávirkar kolvetnisleiting, bæðið beinleiðis, til dømis ávirkan á goymslugrýtið, og óbeinleiðis, til dømis ávirkan á royndir at fáa mynd av djypru løgunum har vónirnar til at finna kolvetni eru størst. Harafturat eru greinar um royndir við kolvetnisleiting higartil á føroyska landgrunninum og um nøkur eyðmerkt leitimið millum annað “William” á loyvi 007, har brunnur er boraður, og “Anne-Marie” á loyvi 005, har borað verður komandi ár.

Bókin er hin 50. í vísindabókarøðini, Supplementum til Fróðskaparrit, og telur 391 síður. Hon kostar kr. 320 í bókabúðunum.