Faroese Online letur upp í dag
12.09.2016
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Faroese Online letur upp í dag

– Hetta er eitt frambrot í føroysknámi, og stórtíðindi fyri útlendingar, ið vilja læra seg føroyskt, sigur Turið Sigurðardóttir, professari á Føroyamálsdeildini.


Frá í dag verður gjørligt hjá útlendingum at læra seg føroyskt á netinum. Tað hendir eftir at forritið Faroese Online verður gjørt atkomiligt á tiltaki í stovu 52 á Námsvísindadeildini (fyrr Læraraskúlin); tiltakið byrjar kl. 16.45 og endar kl. 18.00.

Faroese Online byggir á íslendsku skipanina Icelandic Online, har tú kanst læra teg íslendskt. Í íslendsku skipanini eru seks partar, frá 0 til 5, ið eru lagdir á netið í tíðarskeiðnum 2004-2013. Skeiðið er ment av málvísindafólki á Háskóla Íslands. Skipanin verður atkomulig fyri øll og ókeypis at brúka, og tað gerst bæði á teldu, teldli og snildfon.

– Hetta er eitt frambrot í føroysknámi, og stórtíðindi fyri útlendingar, ið vilja læra seg føroyskt, sigur Turið Sigurðardóttir, professari í bókmentum á Føroyamálsdeildini.

Byrjaðu í 2014
Í 2014 varð avtalað gjørd um samstarvsverkætlan millum Háskóla Íslands og Fróðskaparsetur Føroya, ið snýr seg um at brúka íslendska tilfarið í einari føroyskar útgávu av skipanini. Arbeiðið at laga Icelandic Online til føroyskt byrjaði so smátt á heysti 2014, venjingarnar vóru umsettar á várið 2015 og arbeiðið við ljóð- og myndaupptøkum byrjaði á sumri 2015.

– Vit hava valt at byrja við parti 0 ella Bjargir á íslendskum, sum vit kalla Bjargni á føroyskum. Hetta er lærutilfar, ið er ætlað útlendingum, ið einki føroyskt duga frammanundan. Tað, ið lært verður, eru orð og orðingar úr gerandisdegnum, sigur Hjalmar P. Petersen, dr. phil og lektari á Setrinum, sum hevur fingið samstarvið í lag og er verkætlanarleiðari á Faroese Online.

Vóna at kunna halda fram
Tað er John Mikkelsen, BA í føroyskum, ið hevur staðið fyri praktiska partinum at flyta Icelandic Online yvir í Faroese Online. Hetta fevnir um umseting og ljóð- og myndaupptøkur. Lærutilfarið er skift sundur í seks kapitlar við á leið 260 venjingum.

– Hetta hevur verið stuttligt, spennandi og krevjandi arbeiði, og vit vóna at fáa umstøður at flyta partarnar 1-5 yvir í Faroese Online, sigur John Mikkelsen, ið skrivaði BA-ritgerð um skipanina.

Stórt tiltak í Reykjavík
Tiltakið seinnapartin er samskipað við íslendska partin av verkætlanini. Icelandic Online er byrjað at uppstiga skipanina, so at skipanin nú ment til at kunna brúkast á teldli og snildfon. Byrjað er við Bjargir og hugsanin er at halda fram við pørtunum 1-5. Í hesum sambandi verður Icelandic Online latin upp í nýggjum hami á stórum tiltaki í Norrøna húsinum í Reykjavík.

Føroyska verkætlanin hevur samsending við Norrøna húsið frá kl. 17, og klokkan gott 17.30 letur Sigurð í Jákupsstovu, rektari, Faroese Online - Bjargni upp. Tá kunnu tey, ið eru til staðar, fara á netið og royna skipanina á teldli ella snildfon. Eftir tiltakið í kvøld fer setur.fo at kunna um heimasíðuna hjá Faroese Online.

Samstarvsverkætlanin, ið eisini fevnir um Finnland, hevur fingið fíggjarligan stuðul frá Nord Plus Vaksin. Føroysku limirnir í leiðslubólkinum hava verið Hjalmar P. Petersen, Malan Marnersdóttir og John Mikkelsen; Sigurð í Jákupsstovu loysti seinni Maluna Marnersdóttir av.

Tiltakið
Stað: Námsvísindadeildin, stova 52
Nær: Í dag kl. 16.45-18.00
Skráin:
16:45    Kunning um tiltakið
17:00    Samsending við Norræna Húsið í Reykjavík
•    17:00 Icelandic Online – Bjargir
•    17:30 Faroese Online – Bjargni
17:45     Øll sleppa at royna seg á síni snildfon ella teldli
18:00    Liðugt