Fekk heiðursmerki frá drottningini
Fríggjadagin 1. februar var samkoma á Námvísindadeildini í sambandi við, at Malan Marnersdóttir, dekanur, handaði Jóna Johannesen, húsavørði, “fortjenstmedalje i sølv” frá kongshúsinum fyri trúgva tænastu í fleiri enn fjøruti ár.
Jóni, sum er sekstiátta ára gamal, er ættaður av Fløtunum í Lamba. Jóni er giftur við Miu, sum er ættað úr Vági. Børnini hjá teimum eru Jóan Petur, Jórun og Edith.
Sum ungur var Jóni til skips við ymiskum skipum av Skálafjørðinum, fór síðan í læru og fekk sveinabræv sum elektrikari í 1969.
Stórsta partin av lívinum, t.e. frá 1. august 1971, hevur hann tó virkað sum húsavørður á Frælsinum í bygningunum hjá Námsvísindadeildini (fyrr Læraraskúlanum ) og Venjingarskúlanum, fyrst sum hjálparmaður, síðan sum settur húsavørður.
Jóni er ógvuliga nærlagdur og hevur røkt sítt arbeiði til lítar øll hesi mongu ár, væl stuðlaður av konuni Miu og trúgva hjálparmanninum Einari, sum doyði fyri stuttum. Arbeiðsøkið er stórt, stívliga 7 tús. fermetrar undir taki umframt fleiri enn 15 tús. fermetrar av uttanumøki, so tað er ikki hissini uppgáva at røkja.
Men hóast nógvu arbeiðsuppgávurnar, so hevur Jóni altíð tíð til eitt prát, hann er fyrikomandi og góður at koma til, dugir bæði eitt og annað, hevur stak góðar hendur og veit sum oftast at siga tær, hvussu hetta ella hatta skal “snikkast” á skilabesta hátt.
Vit ynskja Jóna hjartaliga til lukku við heiðursmerkinum.
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...