04.09.2013
Føroyamálsdeildin Námsvísindadeildin Søgu- og samfelagsdeildin Náttúruvísindadeildin Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Felags móttøkutiltak fyri nýggj lesandi á Setrinum

Komandi fríggjadag 6. september verður skipað fyri felags móttøkutiltaki fyri teimum nýggju lesandi á Setrinum.



Tiltakið verður á Østrøm frá kl. 15 til 17. Her verður høvi hjá nýggjum lesandi frá øllum útbúgvingum á Setrinum at hittast og heilsa uppá hvønn annan í einum hugnaligum umhvørvi.

Skráin er hendan:

  • Kl. 15.00  Tiltakið byrjar
  • Kl. 15.10  Sigurð í Jákupsstovu, rektarin býður vælkomin á Setrið
  • Kl. 15.25  Birna Gaard, fyrrverandi lesandi á Námsvísindadeildini
  • Kl. 15.40  Tónleikur við “Marius”
  • Kl. 16.00  Ein øðrvísi skemtilig kunning v/Sjúrða Skaale
  • Kl. 16.15  Tónleikur við “Marius”.
                          Setrið bjóðar ábit og okkurt drekkandi afturvið
  • Kl. 17.00  Tiltakið endar



Vit gleða okkum at hitta tykkum øll til móttøkutiltakið

Hjartaliga vælkomin!

Fróðskaparsetur Føroya