31.03.2014
Føroyamálsdeildin Námsvísindadeildin Søgu- og samfelagsdeildin Náttúruvísindadeildin Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Felagsráð skipað fyri øll lesandi á Setrinum

Hósdagin 19. desember høvdu umboð fyri lesandi úr øllum deildunum fund við leiðsluna, og har varð næmingaráð fyri øll lesandi á Fróðskaparsetri Føroya formliga sett á stovn – navnið bleiv Ráð teirra lesandi.


Áðrenn hendan fundin hevði fyribilsráðið tveir fundir, og síðani formligu stovnsetanina hevur Ráðið havt fund við eitt nú MFS, vegleiðaratoymið á Setrinum og leiðsluna.

Fyri at tað skal geva meining at hava eitt virkið Ráð teirra lesandi fyri allar deildirnar, hava vit tikið evni upp eftir áhuga frá øllum deildum, og síðani eru vit komin fram til nakrar raðfestingar, ið allar deildirnar ynskja at arbeiða fyri:

* Lív í Setrið! Vit hava avgjørt at arbeiða fyri at hava nøkur tiltøk, ið skapa eitt sindur av lívi á Setrinum. Tí hava vit avgjørt at byrja við eini mini-Seturskafé, ið verður komandi fríggjadag, 4. apríl, í nýggju hølum okkara á Bókbindaragøtu 8 (har Kaupting húsaðist) klokkan 20:00, sí annars síðuna hjá Ráði teirra lesandi á Facebook

* At fáa næmingarnar skipaðar úti á deildunum – hetta vilja vit gera við at arbeiða fyri, at allar deildirnar skipa hvør sítt virkið Ráð teirra lesandi (næmingaráð), ið arbeiðir fyri áhugamálunum hjá lesandi á teimum ymsu deildunum; nærri kunning kemur á Facebook-síðuna

Annars hava vit eisini arbeitt við at fáa høli til lesandi og til Ráðið, og har hava vit verið so heppin at fáa fatur á góðum hølum á Bókbindaragøtu 8, har tað bæði er køkur og stór rúm, ið egna seg væl til ymiskt sosialt og fakligt virksemi.

Við lestrarkvøðu

Ráð teirra lesandi

Turid Christophersen, SSD, forkvinna

Bjørg Dam, FMD

Ebba Malena Debes Thomsen, FMD

Bogi Hansen, NÁD

Andrias Gregoriussen, NVD

Bergur Arnbjarnarsonur Dalsgarð, SFD

Elisabeth Anthoniussen, SFD

Elisa Abrahamsen, SSD