Felagsskapurin EUNICoast farin til verka
Rektararnir í nýggja europeiska universitetsfelagsskapinum, EUNICoast, sum Fróðskaparsetur Føroya er partur av, hava havt sín fyrsta fund, og samstarvið er nú alment farið í gongd
21. - 23. januar hittust rektarar og starvsfólk frá teimum 13 universitetunum, sum í fjør stovnaðu nýtt samstarv undir heitium EUNICoast.
EUNICoast stendur fyri The European Alliance of Islands, Ports, and Coastal Territories, og Europanevndin, sum hevur góðkent felagsskapin, hevur eisini játtað samstarvinum 107,5 milliónir krónur í stuðli. Men Føroyar eru hvørki limir í europeiska økinum fyri hægri útbúgvingar (EHEA) ella Erasmus+ enn, og tí fær Setrið ikki gagn av játtanini sum hini universitetini í samstarvinum fáa. Tó fær Setrið somu møguleikar sum hini at taka lut í arbeiðinum í samstarvinum.
Rektararnir í samstarvinum høvdu fund í Póllandi, har teir skipaðu arbeiðið, sum nú fer í gongd.
Tey 13 europeisku universitetini í samstarvinum hava øll - so ella so - sjógvin til felags, og endamálið er at menna útbúgving, gransking og nýhugsan við havinum í miðdepli. Vit í Føroyum kunnu tí kanska loyva okkum at kalla nýggja samstarvið fyri Europeiska Sjósetrið.
Maritima visjónin hjá Sjósetrinum er, at havið ikki er nøkur avmarking. Vit eru knýtt hvør at øðrum sjóvegis bæði mentanarliga og búskaparliga. Sjósetrið vil rudda slóð fyri nýggjari gransking og samstarvi millum oyggjar og havnir, og knýta sambond millum lesandi, undirvísarar, granskarar og vinnulív í hesum økjum.
Lesið meira here.
Og her.
Hetta eru tey 13 europeisku universitetini, sum eru í EUNICoast ella í Europeiska Sjósetrinum
- 30.01.2025 Setrið FøroyamálsdeildinAlment tiltak: Gávugóðs til ungt listafólkNú verður aftur árliga handanin av gávugóðsi úr Grunni Th...
- 21.01.2025 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinMannarættindi og heimsspekiligar avbjóðingarViðmerking: Mannarættindi og heimsspekiligar avbjóðingar....
- 21.01.2025 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiStór verkætlan um barnakrabbamein í FøroyumNýggj verkætlan um barnakrabbamein í Føroyum hevur til en...