Fíggarligur styrkur til at lesa íslendskt sum fremmandamál
Styrkurin strekkir til útreiðslurnar fyri innskriving og vistar- og kostarhald í átta mánaðir
Aftur í ár er møguleiki at søkja um fíggjarligan styrk hjá teimum, sum ætla sær at lesa íslendskt á Háskóla Íslands lestrarárið 2017-2018. Tað er íslendska mentanar- og menningarmálaráðið, ið letur styrkin, sum verður umsitin av Stovni Árna Magnússonar.
Styrkurin er 130.000 íslendskar krónur um mánaðin fyri tíðarskeiðið frá 1. september 2017 til 30. apríl 2018. Upphæddin svarar til umleið 7.500 kr. í okkara peningi. Sambært Stovni Árna Magnússonar strekkir hetta til útreiðslurnar fyri innskriving og vistar- og kostarhald. Tey, ið fáa styrk, hava møguleika at leiga kamar á Gamla Garði, ið er studentabýli.
Umsóknarfreistin er 1. desember 2016, og umsóknarblað finst á heimasíðuni hjá Stovni Árna Magnússonar. Gev gætur, at umsóknin ikki skal sendast um netið, men sum vanligur brævapostur.
Upptøka á náminum í íslendskum sum fremmandamál er treytað av, at tú sendir serstaka umsókn og fært váttan fyri upptøku. Vilt tú vita meira um námið, so fæst kunning á heimasíðuni hjá hugvísindadeildini á Háskóla Íslands.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...