Fíggjarligan stuðul frá north2north
Nú er møguleiki fyri at søkja um fíggjarligan stuðul frá north2north.
Hesin stuðul verður veittur bæði lesandi og granskarum, ið hava heimstað á einum av luttakandi stovnunum, og lesandi og granskarum, ið ynskja at vitja ein av luttakandi stovnunum. Freistin at søkja er 15. februar 2019.
North2north-samstarvið er liður í UArctic samtakinum, og umframt seks lærdar háskúlar úr danska ríkinum, taka lærdir háskúlar frá øðrum arktiskum londum eisini lut í samstarvsætlanini, ið leggur dent á skiftisvirksemi millum luttakandi útbúgvingarstovnarnar.
Útbúgvingarstovnarnir, ið taka lut í north2north-ætlanini eru Aarhus Universitet, Center for Arktisk Teknologi á Danmarks Tekniske Universitet, Roskilde Universitet, Ilisimatusarfik (lærdi háskúlin í Grønlandi), Institut for Miljø- og Erhvervsøkonomi á Syddansk Universitet og Fróðskaparsetrið.
Fullfíggjaður listi sæst HER
Stuðul til lesandi
Fíggjarligur stuðul frá north2north kann veitast bæði lesandi, ið hava heimstað á einum av luttakandi stovnunum, og lesandi, ið ynskja at vitja ein av luttakandi stovnunum. Sambært danskari lóg kunnu lesandi einans sleppa undan lestrargjaldi, um ein tvílandasáttmáli er millum heima- og vertsstovnin.
- Stuðul kann veitast fulltíðarlesandi frá donskum, grønlendskum og føroyskum útbúgvingarstovnum, sum eru við í north2north-samtakinum, ið ynskja at lesa á øðrum north2north-stovnum, umframt at hann kann veitast lesandi frá øðrum north2north-limastovnunum, ið ynskja at lesa á einum av donsku, grønlendsku ella føroysku stovnunum. Til ber eisini at søkja um stuðul til skiftisvirksemi millum stovnarnar í danska ríkinum, men í hesum føri er tað betri, um søkt verður aðrastaðni, til dømis frá Nordplus.
- Umsóknarfreistin er 15. februar 2019.
- Skiftisvirksemið skal vera millum lestrarhálvurnar um várið 2019 og heystið 2020.
- Lesandi á øllum hægri lestrarstigum kunnu søkja um stuðul (Bachelor, Master og ph.d.).
- Skiftisvirksemið kann vara millum eina viku (kanningarferð, luttøka á ráðstevnu ella líknandi) og eitt heilt lestrarár (skiftislestur), ið leggur dent á eitt arktiskt evni.
Stuðulin til lesandi liggur millum 1000 og 1500 evrur, alt eftir hvussu langt tíðarskeið søkt verður til (millum 2 og 12 mðr) umframt at søkjast kann um ferðastuðul áljóðandi 500 til 1000 evrur. Er talan um styttri skeið ella ráðstevnur, liggur stuðulin millum 1000 og 1500 evrur, alt eftir hvagar leiðin gongur.
Meira kunning um north2north-samstarvið sæst HER og um, hvussu ein søkir um stuðul, er at finna á HER
Umsøkjarar kunnu rokna við svari í endanum av marsmánað 2019
Stuðul til undirvísarar, granskarar og onnur starvsfólk
Harumframt kunnu undirvísarar, granskarar og onnur starvsfólk á luttakandi stovnunum søkja um stuðul til skiftisvirksemi.
- Skiftisvirksemið skal vera í lestrarárinum 2019/20.
- Undirvísarar, granskarar og starvsfólk frá øllum north2north limastovnum kunnu søkja um stuðul til skiftisvirksemi við aðrar luttakandi stovnar.
- Til ber eisini at søkja um stuðul til skiftisvirksemi millum stovnarnar í danska ríkinum, men í tí føri er tað betri, um søkt verður aðrastaðni, til dømis frá Nordplus.
- Umsøkjarin má hava starv á einum stovni, ið luttekur í UArctic samtakinum.
- Eingin ávís tíðarlongd er ásett fyri skiftisvirksemið, men tað skal innihalda í minsta lagi 5 dagar av undirvísing, gransking ella netverking um eitt arktiskt evni.
- Umsøkjarin hevur ábyrgd av at finna ein lærustovn at samstarva við og skal sjálvur skipa fyri sjálvum skiftisvirkseminum.
- north2north kann veita í mesta lagi 1500 evrur í samsýning til eitt skiftisskeið, og hesin peningur kann ikki nýtast sum dagpeningur.
- Tey, ið fáa fíggjarligan stuðul, skulu senda eina stutta frágreiðing við myndum, eftir at skiftisvirksemið er lokið.
Umsøkjarar skulu fylla eitt umsóknarblað á hesum leinki í seinasta lagi 15. februar 2019.
Nærri kunning
Á Altjóða Skrivstovuni á Fróðskaparsetri Føroya
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...