Filmur frá Innovasjónsverkstaði
13.04.2013
Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Filmur frá Innovasjónsverkstaði

Søgu- og Samfelagsdeildin er nú eisini partur av filmsframleiðslu. Stuttur filmur frá innovatiónsverkstaði er nú almennur.


Seinast í oktober 2012 var á Østrøm innovatiónskapping millum universitetslesandi úr øllum Norðanlondum. Tey skuldi loysa eina týðandi avbjóðing innan fiski- og alivinnuna. Talan var um hæddarpunktið í Norðurlendsku verkætlanini Nordic Marine Marketing Project (NIMMP), ið er skipað í samráð við norðurlendskar fyritøkur innan marinu vinnuna og stuðlað av Nordic Innovation. Søgu- og Samfelagsdeildin er føroyskur partnari í verkætlanini.

Sum liður í hesi verkætlan fyriliggur nú ein stuttur filmur frá tí, sum fór fram. Endamálið við filminum er at varpa ljós á marinu vinnuna sum eina framtíðar vinnu, eisini fyri ung universitetslesandi.

Filmurin sæst við at trýsta á hetta leinkjð