Náttúruvísindadeildin, K. Simonsen
07.11.2008
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Finala í First Lego League 2008

Finalan í føroysku First Lego League 2008 kappingini verður í húsinum hjá Føroya Tele í Hoyvík leygardagin 8. nov. Evnið er um tøkniligan og fakligan kunnleika um Lego tólmenni og veðurlagsbroytingar.


Vinnarin av kappingini í ár fer víðari til norðurlendsku finaluna, sum verður í norska býnum Kongsberg í døgunum 28.-30. nov. Í fjør vann bólkurin Junior Kids av Skála føroysku kappingina og gjørdist nummar tvey í norðurlendsku kappingini. Úrslitið í norðurlendsku finaluni gav teimum innbjóðing til at luttaka í stóru FLL kappingini í USA. Eisini har gjørdu tey eitt megnar avrik.

Evnið er Climate Connections
Evnið fyri kappingina í ár er 'Climate Connections'. Hetta varð kunngjørt beint eftir norðurlendsku finaluna fyrst í desember mánaði í fjør. Síðani tá hava børn um alt landið kunna seg um, hví nakrir serfrøðingar halda at veðurlagið broytist, og hvussu hesar broytingar kunnu ávirka okkum í Føroyum, eins væl og aðrastaðni í heiminum. Fyri 8 vikum síðani varð sjálvur tólmennis-vøllurin til kappingina í ár kunngjørdur fyri luttakandi bólkunum. Til henda partin av kappingini skal eitt tólmenni gerast, sum loysir ymsar uppgávur, ið hava tilknýti til veðurlagsbroytingar.

Virðislønir
Í alt eru 7 virðislønir, stór Legosteyp, sum kappast verður um. Virðislønirnar verða givnar fyri innlit í evnið fyri kappingina, samstarv í bólkinum, tøknikunnleika til bygging og programmering av robottinum, fyri framførslu og til nummar eitt og tvey í sjálvari tólmenniskappingini. Tann 7. virðislønin er til tann bólkin, sum hevur víst bestu úrslitini, besta hegni, samstarv og kunnleika í allari kappingini, og verða tey føroyameistara í FFL 2008 og føroysk umboð í norðurlendsku finaluna.


Fólk frá NVD eru við
Kurt Madsen, sum dagliga starvast á Náttúruvísindadeildini og á Læraraskúlanum, er høvuðssamskipari av føroyska FFL-tiltakinum, umframt at hann eisini er ein av dómaranum bæði í norðurlendsku finaluni og í FLL heimsmeistaraskapinum. Eisini hevur Náttúruvísindadeildin umboð í dómaraliðnum.