Firouz Gaini á Berkeley
11.02.2015
Søgu- og samfelagsdeildin Námsvísindadeildin
Skriva út

Firouz Gaini á Berkeley

Firouz Gaini, lektari í antropologi á Fróðskaparsetrinum og postdoc-granskari á NTNU í Tróndheimi, skal vera gestagranskari á Berkeley-universitetinum í USA frá 23. februar og 5 vikur fram.


University of California, Berkeley (UC Berkeley) er uttan fyri San Francisco og telist millum bestu universitetini í heiminum.

Samfelagsvísindaliga fakultetið á NTNU, sum Firouz Gaini hevur tilknýti til, hevur granskingarsamstarv við UC Berkeley. Hann fer at hitta granskarar á sosiologisku og antropologisku deildunum á UC Berkeley, luttaka á fundum og fyrilestrum, vitja bókasøvnini, o.s.fr. Haraftrat skal hann leggja granskingarúrslit fram á ráðstevnu fyri barna- og ungdómsgranskarar, sum verður á California State University, Long Beach, sum er beint sunnan fyri Los Angeles.Tað er American Anthropological Association, sum skipar fyri ráðstevnuni, sum verður í mars mánað. Framløgan hjá Firouz Gaini hevur heitið Glocal Visions: Future Perspectives of young Faroe Islanders.

Seinastu tíðina hevur Firouz Gaini serliga arbeitt við gransking innan hesi øki: kynssamleiki (og maskulinitetur), gerandislív og framtíðartankar hjá ungdómi í Føroyum og Grønlandi.