Knud Simonsen, Náttúruvísindadeildin
09.08.2010
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Fjareystur vísir áhuga fyri NVD gransking

Samandráttur av vísindagrein frá Náttúruvísindadeildini í fjareystur sjóvinnublaðinum Baird Maritime.


Sjóvinnublaðið Baird Maritime hevði tann 22.juli  ein stuttan samandrátt av vísindagreinini 'Wave forecasts and small vessel safety: a review of operational warnings parameters', sum  Bárður Niclasen,  granskari á Náttúruvísindadeildini, hevur skrivað saman við starvsfeløgum á  Náttúruvísindadeildini og Norsk Meteorologisk Institutt. Vísindagreinin varð almannakunngjørd í januar útgávuni av vísindatíðarritinum Marine Structures.

Baird Maritime er eitt blað, sum skrivar um og vendir sær til sjóvinnuna í Australia og í Stillahavsøkinum. Freelance blaðkvinnan Wendy Laursen hevur skrivað samandráttin í Baird Maritime.