Fjarundirvísing fyri útlendingar
Nú byrjar fjarundirvísingin aftur fyri útlendingar, ið vilja læra føroyskt.
Á Føroyamálsdeildini verður skipað fyri fjarundirvísing fyri útlendingar í tíðarskeiðnum frá februar 2015 og tríggjar mánaðir fram. Skeiðið telur 10 ECTS, og til ber at taka Faroese for Foreigners I og Faroese for Foreigners II. Undirvísingin verður soleiðis, at tey lesandi fara at hava 9 klassatímar; restin er fjarundirvísing. Í fjarundirvísingini fáa tey lesandi hvørja viku uppgávur, sum tey skulu gera og lata inn. Uppgávurnar byggja á bókina: Faroese. A Language Course for Beginners. Uppgávurnar, sum eru í teirri bókini, eru settar inn í lærupallin Moodle, og har skulu tey lesandi so loysa tær. Afturat hesum verða aðrar uppgávur, ið tey lesandi skulu gera. Hetta er triðja árið, at FMD bjóðar út slíka undirvísing, og er hon treytað av næmingatali. Í ár hava 12 teknað seg. Hesi skulu rinda 2500 krónur fyri skeiðið. Ábyrgd av skeiðnum hevur Hjalmar P. Petersen, og Lena Reinert fer at undirvísa og taka sær av at rætta uppgávurnar.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...