Fjølnir aftur á gøtuni
Fjølnir er lestrarblaðið hjá MFS. Blaðið er ókeypis, og hevur 226 síður.
Nú er blaðið hjá MFS, Fjølnir, aftur á gøtuni.
Fjølnir vendir sær bæði til tey, sum ætla sær undir útbúgving, og til tey sum eru lesandi. Í Fjølni kanst tú lesa um ymiskt í sambandi við lestrarval, lestrabyrjan og um onnur praktisk viðurskifti, sum víðvíkja hægri útbúgving, eins væl og aðrar lestrarviðkomandi greinar.
Í blaðnum kanst tú lesa um, hvussu tað er at vera lesandi í teimum ymisku londunum føroyingar lesa í. Eisini kanst tú lesa um fríðarítriv, ið lesandi kunnu hava, meðan tey eru lesandi. Blaðið hevur somuleiðis valt at varpa ljós á, hvussu tú kanst brúka tína útbúgving til at skapa títt egna virksemi, ella hvussu tú gert, um tú ynskir at granska. Eisini fært tú lestrarvegleiðing, eins og tú fært upplýsingar um, hvussu tú kemur best frá lestrarbyrjan.
Blaðið er at finna úti á ymsu miðnámsskúlunum kring landið, her á Altjóða Skrivstovuni, á nýggju skrivstovuni hjá MFS á Bókbindaragøtu 8, og er annars við, tá MFS skipar fyri tiltøkum.
Blaðið kann eisini lesast online.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...