Flyta inn í Finsen í september
Arbeiðið at byggja kommunuskúlan í Havn til lestrarbústað við 37 íbúðum er komið væl áleiðis
Tað er trupult at finna leiguíbúð í høvuðsstaðnum, eisini hjá lesandi ungdómi. Í august-september verður nakað av eftirspurninginum nøktaður, tí tá verða tær 37 íbúðirnar í Finsen tiknar í nýtslu.
Finsen er navnið á gula bygningum í Varðagøtu, ið til fyri fáum árum síðani hýsti ‘kommunuskúlanum’ í Havn. Bústaðir hevur keypt bygningin frá Tórshavnar kommunu, og tað er sjón fyri søgn, at bygningurin er í broyting.
Uttan leggur tú serliga merki til altanir og karnappar, ið ikki vóru har áður, men innan verður bygningurin eisini broyttur. Tað, sum áður vóru skúlastovur, verður nú til íbúðir hjá lesandi. Bogi Jacobsen, tekniskur leiðari á Bústøðum, upplýsir, at talan verður um 37 íbúðir.
- Talan verður um trý sløg av íbúðum: Íbúðir við einum rúmi, ið virkar bæði sum stova og kamar, íbúðir við stovu og einum kamari, og so eru tvær íbúðir, sum hava trý kømur, greiðir Bogi Jacobsen frá og leggur aftrat, at allar íbúðirnar hava egnan dur, baðirúm og køk.
Bogi Jacobsen sigur, at tað eru altíð serligar avbjóðingar, tá farið verður undir at renovera gamlar bygningar, men yvirhøvur hevur arbeiðið gingið væl.
- Ætlanin var, at tað skuldi verða klárt at flyta inn til lestrarársbyrjan, men vit verða helst komin út í september, áðrenn tað verður klárt at flyta inn, sigur hann.
Íbúðirnar eru ætlaðar lesandi á hægri lestri. Meginreglurnar fyri upptøku verða tær somu sum í øðrum íbúðum hjá Bústøðum, t.v.s. í teirri røð fólk hava teknað seg sum lim. Nærri reglurnar verða gjørdar av Mentamálaráðnum og umsitnar av Bústøðum.
Aulan verður óbroytt og fer at verða brúkt til almenn tiltøk, meðan fimleikarhøllirnar verða innrættaðar til frítíðarvirksemi.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...