FMD umboðað á NoFF ársfundi
17.10.2016
Føroyamálsdeildin
Skriva út

FMD umboðað á NoFF ársfundi

“Nordisk Forum for Folkemusikforskning og Dokumentation” hevur havt ársfund í Reykjavík. Tóta Árnadóttir tók lut á fundinum.


“Nordisk Forum for Folkemusikforskning og Dokumentation” er granskaranetverk, sum bæði snýr seg um gransking í siðbundnum tónleiki í norðurlondum, varðveitslu av innsavnaðum heimildum um hetta slagið av siðaarvi og um miðlan av hesum tilfari. Á fundinum í Reykjavík vóru umboð úr Danmark, Noregi, Svøríki, Íslandi og Føroyum. Tóta Árnadóttir umboðaði Føroyar vegna Føroyamálsdeildina. Føroyamálsdeildin hevur, síðani hon varð stovnað, staðið fyri innsavning og gransking í føroyskum skaldskapi á mannamunni, og umsitur í dag eitt savn av upptøkum, sum fevna um eina heila øld. Á fundinum røddu umboðini um ymiskt, sum er komið fram viðvíkjandi innsavnan av heimildum, og greitt varð frá gransking í tilfarinum. Tóta greiddi á fundinum frá sínari verkætlan, sum snýr seg um at kanna mentanarflutning millum ættarlið í sambandi við føroyska dansin. Ymsu umboðini kunnaðu eisini um gongdina at talgilda, soleiðis sum tað fer fram í ymsu londunum, og røtt var um avbjóðingarnar við at miðla tilfarið á tíðarhóskandi hátt. Hetta er sera viðkomandi fyri Fróðskaparsetrið, sum er komið væl áleiðis við sínari talgildingarætlan, hóast nakað er eftir enn til at fáa alt tilfarið talgilt.