DSC_0222 copy.jpg
Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
24.08.2019
Setrið Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi Til lesandi Depilin fyri heilsugransking
Skriva út

Føðingardags-symposium í Kongshøll: Pál Weihe sjeyti

Í samband við at Pál Weihe, yvirlækni og leiðari á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu og adjungeraður professari á Setrinum, fyllir sjeyti, skipar Fróðskaparsetrið fyri almennum fundi í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum fríggjadagin 30. august

Fundurin verður á enskum og hevur heitið: Faroese Research on Health and Environment - Pál Weihe's 70thBirthday Symposium. Fyrilestrahaldarar koma úr USA, Danmark og Føroyum.

Pál Weihe varð borin í heim í Sørvági fyri 70 árum síðani. Hann tók prógv sum lækni í 1977 og bleiv serlækni í arbeiðsmedicin/samfelagsmedicin í 1987. Hann hevur verið yvirlækni á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu síðan 1988, granskingarlektari á Syddansk Universitet síðan 1995, gestagranskari á Harvard Universitet síðan 2004 og adjungeraður professari á Fróðskaparsetrinum síðan 2015.

Í 1984 byrjaði hann kviksilvurkanningarnar í heimbygdini. Hesi úrslit høvdu við sær, at fyrsta burðarkohortan við 1.022 móður/barn pørum varð stovnað í 1986-87. Síðan eru fleiri kohortir komnar afturat, soleiðis at í dag eru út við 2300 børn við í hesum kanningum. Sum árini eru liðin, hevur Pál drigið fleiri altjóða starvsfelagar til Føroya, hevur megnað at skaffa fígging til granskingina og hevur skipað fyri altjóða vísindaráðstevnum í Tórshavn, sum hava verið væl vitjaðar.

Hann hevur givið út greinar í nógvum altjóða tíðarritum saman við granskarum frá øðrum londum. Fyrsta greinin um kviksilvureitran frá 1997 verður endurgivin í nærum 700 vísindaligum greinum. Mong týdningarmikil úrslit og tilmæli eru komin burtur úr granskingini hjá Pál Weihe og starvsfeløgum. T.d. er altjóða markvirðið fyri kviksilvur ásett grundað á hesa gransking, og granskingin hevur víst, at ávís dálkingarevni stórliga tálma virknaðin av barnakoppsetingum. Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu hevur enn eina ferð megnað at fingið pening til ein móður/barn kanning aftrat, sum fer at bakkastokki í næstum.

Øll eru vælkomin

Skráin sæst her