Bárður Niclasen, Náttúruvísindadeildin
09.11.2008
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Følir fiskur pínu?

Norskir granskarar hava kannað, hvussu laksur merkir pínu. Ikki ber til at gera beinleiðis samanberingar millum fólk og fisk, men okkurt bendir á ,at menniskju og matur okkara líkjast meira enn vit vanliga halda.


Fyrsta stigið á leiðini at svara um, ella í hvønn mun fiskur fær ilt av t.d. at bíta á, er at kanna um fiskurin hevur eitt nosiseptivt system. Nosisepasjón er ein fysiologisk registrering av eini ávirkan ið kann elva til skaða t.d. nógvur hiti ella hart trýst. Tað, ið vit vanliga nevna pínu, er hin vegin tann tilvitaða tulkingin av einari sterkari nosiseptivari registrering.

Á djóraháskúlanum í Noregi hava granskarar gjørt royndir fyri at kanna nosiseptiva systemið hjá laksi. Í stuttum var royndin skipa soleiðis: laksurin fekk elektriskan stoyt í stertin av ymiskari styrki (2, 5, 10 og 20 mA, í 2 millisekund)., meðan signalið ið hetta førdi til í stórheilanum varð mált. Fyri at samanbera so svara 2 mA til eitt lítið prik meðan 20 mA elva til veruliga pínu hjá einum menniskja.

Nevnast skal her, at fiskurin sum royndirnar vórðu gjørdar á varð doyvdur á forsvarligan hátt.

Royndirnar vístu, at nosiseptiva systemið hjá laksi líkist tí hjá súgdjórum. Ein lítil stoytur elvir til eitt lítið signal í heilanum, meðan eitt sterkur stoytur gevur eitt sterkari signal í heilanum. Nøkur av úrslitunum eru víst í niðastu myndini til høgru.

Granskingin seinastu árini hevur víst, at stórheilin í fiski er meiri kompleksur enn hildið frammanundan. Omanfyri nevndu royndir vístu at “pínu” signalið verður registrera í tí “teinkjandi” partinum av heilanum á laksinum. Við øðrum orðum steðgar pínu-signalið ikki í heilastammuni, sum vildi verið tað væntaða um fiskurin bert reageraði ótilvitað ella pr. refleks.

Hesar kanningar benda á at atburðurin hjá fiski, ikki bert er grundaður á instinktir og refleksir, og tískil at hann ikki livir eitt heilt ótilvitað lív.

Ein meiri nágreinilig frásøgn um hesar royndir sæst á heimasíðini forskning.no, sum tað er slóða til niðanfyri . Á hesi síðuni eru eisini reaktiónir frá lesarum. Í einum áhugaverdum innleggið skrivar ein lesari m.a. at sjálvt um nosiseptiva systemið hjá laksi líkist tí hjá súgdjórum, so er stórur munur á pínufatanini; tí fiskur, ið hevur bitið á, berjist altíð ímóti, meðan tilsvarandi pína hevði fingið súgdjór at givið eftir.

Sambart heimasíðuni hjá BBC er ein tilsvarandi roynd við samsvarandi úrslitum er gjørd í Stóra Bretlandi. Hesar kanningar hava har elvt til stríð millum djóravinir og stuttleika fiskimenn.