11.04.2011
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Føroyamálsdeildin tekur nýggjar studentar inn summarið 2011

Vanligt hevur verið, at Føroyamálsdeildin tekur studentar inn annaðhvørt ár. Í ár er hetta broytt, og Føroyamálsdeildin tekur sostatt studentar inn at byrja lestur á heysti 2011.


Vanligt hevur verið, at Føroyamálsdeildin tekur studentar inn annaðhvørt ár, og eftir hesum skuldu komandi studentar verið tiknir inn summarið 2012. Í ár er hetta broytt, og Føroyamálsdeildin tekur sostatt studentar inn at byrja lestur á heysti 2011.
Føroyamálsdeildin væntar at økti kontinuiteturin viðvíkjandi upptøku fer at økja um áhugan fyri útbúgvingini og stimbra trivnaðin hjá studentunum, bæði sosialt og fakliga.

Útbúgving í føroyskum gevur møguleika at undirvísa á miðnámsskúlunum kring landið.

Til ber at taka BA, MA og samansett MA í føroyskum.
 
Bachelorútbúgvingin, stytt BA, tekur 3 ár. Byrjað verður við støðisnámi, sum er 2 ára nám, ið skal geva studentunum grundkunnleika í føroyskum máli og bókmentum umframt vísindaástøði og samskifti. Staðið støðisnám er treyt fyri at fara undir triðja lestrarárið. Tá velja studentarnir millum lestrarevni, sum geva tí einstaka møguleika at laga námið eftir áhugamálum og framtíðarætlanum sínum. Lokið BA-prógv gevur starvsmøguleikar, har góður kunnleiki til føroyskt mál og bókmentir er neyðugur. Tað gevur eisini møguleikar fyri framhaldandi námi í Føroyum og aðrastaðni.

Studentur, ið hevur staðið BA-prógv í føroyskum, kann søkja um upptøku á MA-nám. MA-prógv gevur starvsmøguleikar, har hollur kunnleiki til móðurmálið og bókmentir tess er neyðugur, t.d. innan fjølmiðlar, fyrisiting og granskingarstovnar. Lokið MA-prógv við góðum úrsliti gevur møguleika fyri at fara undir pd.d.-nám.

Samansett MA við føroyskum sum antin hjánámi ella høvuðsgrein er miðnámslæraraprógv.

Upptøkukrav er miðnámsskúlaprógv við góðum karakteri í máli.
Umsóknarblað fæst á www.setur.fo ella við at venda sær beinleiðis til Føroyamálsdeildina.
Umsóknarfreistin er 1. juni 2011.