Føroyamálsdeildin við í “Føroya søga talgild”
02.03.2018
Til lesandi Føroyamálsdeildin
Skriva út

Føroyamálsdeildin við í “Føroya søga talgild”

Føroyamálsdeildin við í kunningarferð í miðnámsskúlum kring landið um at talgilda Føroya søgu


Ein stór broyting fer fram í sambandi við varðveiting av savnstilfari, nú nógv eldri tilfar verður talgilt og talgilt tilfar er lættari at gera atkomiligt á netinum.

Føroyamálsdeildin, Landsbókasavnið, Tjóðsavnið, Landsskjalasavnið og SavnsGull eru farin saman um at kunna um hetta, har leiðin gongur runt Føroya land at vitja miðnámsskúlar.

Vit hava verið á Kambsdali og í Vestmanna. Komandi viku gongur leiðin til Hovs og vikuna eftir til Klaksvíkar.

Talgildu søvnini á Føroyamálsdeildini
Í sambandi við granskingarvirksemi á Føroyamálsdeildini er nógv tilfar savnað gjøgnum árini. Deildin hevur til dømis stórt savn av orðaseðlum, sum hevur verið støði undir orðabókararbeiði. Harumframt eitt víðfevnt staðanavnasavn og hópin av siðsøguligum upptøkum av samrøðum við heimildarfólk kring landið. Í fleiri førum hava hesi eisini kvøðið og sungið inn á band. Ætlanin er at partar av savninum í framtíðini skulu vera atkomuligir fyri almenningin á eini heimasíðu, meðan aðrir partar vera atkomuligir við serligum loyvi.