Føroyamálsdeildin við í lestrarevni á universitetinum í Bergen
27.02.2018
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Føroyamálsdeildin við í lestrarevni á universitetinum í Bergen

Talan er um eitt samstarv millum universitetið í Bergen og Føroyamálsdeildina, sum í felag skipa fyri einum skeiði um málpolitikk í tí vesturnorrøna økinum, t.e. í Íslandi, Noregi og Føroyum.


Várhálvuna 2018 er eitt skeið á universitetinum í Bergen við heitinum Nýggjyrði, tøkuorð og ensk ávirkan í vesturnorrønum málum. Innihaldið er ein viðgerð av málpolitikkinum og málstøðuni yvirhøvur í íslendskum, føroyskum og norskum.
Serligur dentur verður lagdur á vesturnorrøna orðagerð og hvussu purisman kemur til sjóndar. Nýggjyrðini verða kannað, og hugt verður eftir, hvussu tey eru gjørd. Eisini verður kannað, hvørji orð koma í nýtslu og hvørji ikki koma í nýtslu og hví so er. Í tøkuorðapartinum snýr tað seg um at kanna mongd og í hvussu stóran mun tøkuorð verða atlagað í móttøkumálinum. Her er tað serliga tann enska ávirkanin, sum hevur áhuga.
Endamálið við skeiðinum er at samanbera tey trý málini viðvíkjandi orðagerð og enskari ávirkan og at kanna líkleikar og munir.
Lærararnir eru: Þorsteinn Indriðason (íslendskt), Gunnstein Akselberg (norskt) og Jógvan í Lon Jacobsen (føroyskt).