Føroyanevndin kunnað um avbjóðingarnar í útjaðararnum
28.08.2012
Søgu- og samfelagsdeildin Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning
Skriva út

Føroyanevndin kunnað um avbjóðingarnar í útjaðararnum

Føroyanevndin hjá Fólkatinginum var í gjár á vitjan í Suðuroynni.


Føroyanevndin hjá Fólkatinginum var í gjár á vitjan í Suðuroynni. Og í Vági hevði Dennis Holm, leiðari á Granskingardeplinum fyri Samfelagsmenning á Fróðskaparsetri Føroya, framløgu fyri nevndarlimunum um støðuna og avbjóðingarnar í Suðuroynni.

Spurningar viðv. avbjóðingunum, sum útjaðarin hevur, eru áhugaverdir kring øll Norðurlond, tí avbjóðingarnar eru meinlíkir í øllum útjaðaranum – og hetta kom eisini greitt fram í kjakinum, sum var eftir framløguna.

Á vitjanini í Suðuroynni varð Føroyanevndin eisini kunnað um grindadráp fyrr og nú, eins og vitjað var í Saltsilo’ini á Drelnesi og á nýggja pelagiska virkinum á Tvøroyri, Varðin Pelagic.