20.10.2008
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Føroyar á breddanum í Wien

Fyrilestrarrøð á Universitetinum í Wien um føroyskt mál og føroyskar bókmentir - frá kvæðum til sjónvarpssatiru


Føroyar á breddanum í Wien. Umframt fótbóltsdystin herfyri og tann stóra listaframsýning á Leopold Museum í Wien er nú fyrilestrarrøð á Universitetinum í Wien um føroyskt mál og føroyskar bókmentir.

Tað er Malan Marnersdóttir, sum frá 13. til 24. oktober heldur fyrilestrar um mál, bókmentir og mentan í Føroyum frá kvæðum til sjónvarpssatiru. Fyrilestrarrøðin gevur eitt yvirlit yvir føroyskt mál, føroyskar bókmentir og føroyska søgu og mentan. Grundbók er Von Inseln weiß ich. Geschichte von den Färöern við týðingum, sum Verena Stössinger og Anna Katharina Dömling hava ritstjórnað og givið út í Zürich í 2006. Hartil koma m.a. Barbara eftir Jørgen-Frantz Jacobsen, filmurin um skaldsøguna og Bye, Bye Bluebird.

Fyrilestrarnir fara fram á týskum á Institut für europäische und vergleichende sprach- und literaturwissenschaft. Talan er um eitt skeið, sum telur 4 ECTS. 48 studentar hava teknað seg.