Skriva út
Føroyar vertur fyri Arctic Circle Forum í 2018
Tá Arctic Circle í gjár lat upp kunngjørdi formaðurin, fyrrverandi Íslendski forsetin Ólafur Ragnar Grímsson, at Føroyar næsta ár, í mai mánaða, verða vertir fyri Arctic Circle Forum.
Tað vísir seg, at Føroyar verða mettar at hava ein týdningarmiklan leiklut í Arktis og eru samstundis ein týdningarmikil samstarvsfelagi fyri Ísland.
Hetta høvið fer at savnað 500 politikarar, leiðarar frá vinnulívi, sivilsamfelagi og granskingarheiminum, ið fara at røða um týdningarmikil arktisk evniøki, eitt nú shipping, fiskiskap, granskingarsamstarv, varandi orku og heilsu.
Arctic Circle Forum hevur áður verið hildið í Washington, í Quebec, í Grønlandi, umframt í Singapore og Alaska.
Fróðskaparsetrið sær stórar møguleikar í Arctic Circle Forum 2018, bæði fyri granskarar og lesandi.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...