Føroyingar uttanlands fáa rætt til heilsutrygdarveitingar
Nýggj kunngerð gevur persónum, sum fyribils uppihalda sær í Føroyum, rætt til veitingar frá Heilsutrygd.
Heilsumálaráðið hevur fingið fleiri fyrispurningar frá borgarum um rættin til veitingar frá Heilsutrygd frá eitt nú lesandi uttanlands, ið koma heim til Føroyar í feriu. Spurningarnir hava mest snúð seg um, hvat hesi hava rætt til innanfyri læknaviðgerð, tannlæknaviðgerð o.a., meðan tey eru heima í feriu.
Tá sjúkrakassarnir vóru virknir var siðvenja, at lesandi og fólk ið gera almannagagnligt arbeiði uttanlands, hava fingið veitingar frá sjúkrakassanum, meðan tey fyribils uppihildu sær í Føroyum.
Nýggj kunngerð hevur við sær, at persónar, sum vegna brádliga sjúku, skaða ella versnaða verandi sjúku, fáa rætt til læknahjálp og tær veitingar, sum lækni metir er til gagns fyri tann sjúka, meðan hann er staddur í Føroyum. Harumframt fevnir kunngerðin um veiting í sambandi við árligt eftirlit hjá tannlækna, tá hesi eru heima í feriu í Føroyum.
Kunngerðin verður galdandi fyri persónar, sum eru búsitandi í Danmark ella Grønlandi og sum fyribils uppihalda sær í Føroyum. Sum nú er, muga hesi gjalda fyri viðgerð, tá tey eru heima í Føroyum í feriu og tílíkum. Eisini fevnir kunngerðin um føroyingar, sum hava búð í Føroyum í minst 5 ár, áðrenn tey fluttu til annað land, og sum eru lesandi uttanlands. Harafturat NGO- starvsfólk og onnur, ið gera annað almannagagnligt arbeiði uttanlands.
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...