Føroyingur við á ráðstevnu um viðurskiftir hjá børnum og ungum í Grønlandi
Ráðstevnan var fyrsta tiltakið hjá einum nýstovnaðum tvørfakligum útnorður granskarabólki.
Ráðstevnan bar heitið “Barndómurin í broyting –sjónarhorn á barni í familjuni og í námsfrøðiligum stovnum”, og varð hildin 10.-12. maj 2013 á Ilisimatusarfik (fróðskaparsetrið í Nuuk). Ráðstevnan var bæði fyri grønlendskar granskarar og grønlendsk starvsfólk á ymsum námsfrøðiligum stovnum, t.d. dagstovnum, skúlum, sernámsfrøðiligum ráðgevingarstovnum, og barnaverndartænastum.
Jóhannes Miðskarð, PhD, hevði fyrilestur og eina verkstovu um tvørprofessionelt samstarv, ið er eitt tað sjónligasta tekinið uppá stórar broytingarnar, ið aktuelt fara fram innan almennar tænastur til børn og ung. Aðrir fyrilestrar og verkstovur á ráðstevnuni vóru hildnar av granskarum úr Grønlandi, Íslandi og av donskum granskarum, ið hava innlit í grønlendsk viðurskiftir.
Sum ein endi á ráðstevnuni varð gjørd ein ráðstevnuniðurstøða, ið varð send til fjølmiðlar og grønlendska parlamentið. Í løtuni er stór diskussión í fjølmiðlum og millum politikarar í Grønlandi út frá niðurstøðuni av ráðstevnuni. Danska útgávan av niðurstøðuni av ráðstevnuni kann lesast her.
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...