Knud Simonsen
04.04.2007
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Føroysk aldu-Phd fyri útlendskar oljupengar

Seinnapartin mánadagin 2. apríl vardi Bárður A. Niclasen, jarðalisfrøðingur, ritgerð sína “An operational wave model for the Faroe Shelf”. Niðurstøðan hjá andmælingunum var, at verjan var nóg dygg til at Bárður A. Niclasen nú kann seta heitið PhD í aldumodellering aftan fyri navnið hjá sær.


Ritgerðin byggir á arbeiði, sum Bárður A. Niclasen hevur gjørt sum PhD-lesandi á Náttúruvísindadeildin á Fróðskaparsetrinum. Hann byrjaði beint fyri árslok í 2002, og við ársenda í 2006 lat hann ritgerðina inn til metingar á Fróðskaparsetrinum. Í metingarnevndini sótu Bogi Hansen, professari á Fróðskaparsetri Føroya og leiðari á Umhvørvisdeildini á Fiskirannsóknarstovuni í Tórshavn, dr. Judith Wolf, granskari á Proudman Oceanographic Laboratory í Liverpool og Dr. Jaak Monbaliu, professari við Department of Civil Engineering á Katholieka Universiteit í Leuven í Belgiu.

Altjóðaskeið og fyrilestrar

Sum partur av PhD-lestrinum hevur Bárður tikið skeið við universitetini í Bergen og Keypmannahavn, umframt á Fróskaparsetrinum. Eisini hevur hann lokið altjóða skeið fyri ungar granskara innan aldumodellering, sum Universitetið í Oslo skipar fyri. Sum partur av PhD-lestri á Fróðskaparsetrinum verður eisini kravt at fyrilestrar verða hildnir, og hevur Bárður greitt frá arbeiði sínum á almennum fyrilestrum í Føroyum, umframt á altjóða ráðstevnum í Onglandi, USA, Íslandi og Noregi.

Oljupengar fíggjað verkætlanina

PhD-verkætlanin hjá Bárði A. Niclasen er fíggjað av Statoil-bólkinum, ið er eitt samtak av oljufeløgunum Statoil, Phillips, Enterprise og Veba. Liðugtgerð av PhD-ritgerðini er eisini stuðlað av Vísindagrunninum hjá Føroya Sparikassa og av Náttúruvísindadeildini.