Føroysk bindimentan í broyting
Varðveita tað gamla, og taka ímóti tí nýggja.
Paulina Reinert búði Í bóndahúsunum við Á í Kaldbak, saman við manni sínum Ole Christian Reinert. Hon var bóndakona og hevði stórt húski, tey áttu 10 børn. Paulina bant nógv; tað sigst um hana, at hon einaferð helt fyri, at um allar troyggjurnar, hon hevði bundið, vórusavnaðar saman, so hevði roykstovan verið full innan. Paulina sniðgav bæði mynstur og pløgg – uttan at tað varð nevnt sniðgeving
Varðveita mynstrini
Í 1932 gav Hans M. Debes, út bókina »Føroysk bindingarmynstur«, har hann hevði savnað saman so nógv ymisk mynstur, sum hann kundi fáa fatur á. Hetta arbeiðið varð gjørt fyri at varðveita føroysku bindingarmynstrini, sum annars vóru í vanda fyri at verða gloymd, av tí at tey um hesa tíðina vóru farin at binda so nógv einlitt. Bókin gav mynsturbindingini í Føroyum nýggjan íblástur, og gjørdi sítt til at bindimentanin fekk nýtt lív.
Síðani er bókin givin út fleiri ferðir (í 1949, 1969, 2008), og hvørja ferð hevur nýtt ættarlið av kvinnum glett seg um vøkru mynstrini, og bindingin hevur aftur tikið dik á seg. Samstundis sum bindibókin hjá Hans M. Debes hevur verið við til at stuðla mynsturbindingini, hevur hon sett eitt mark fyri, hvørji mynstur eru »tey røttu« føroysku bindingarmynstrini, og forðað at nýggj mynstur vórðu gjørd. Har hava uttan iva verið nógv onnur mynstur, og nógvar variatiónir av teimum, sum ongantíð eru vorðin almannakunngjørd.
Í bókini er bert eitt stjørnumynstur, við áttablaðastjørnuni, sum eisini er kend nógva staðni í londunum rundan um okkum. Hetta er eitt mynstur til konufólkatroyggju. Áttablaðastjørnan var eitt av mynstrunum, sum Paulina eisini gjørdi nógv burturúr.
Les grein hjá Noomi Reinert í Dali, tekstilsniðgevi, Master í Vaksinútbúgving og lærari á Námsvísindadeildini. Greinin hevur staðið í Vikuskiftisblaðnum:
Føroysk bindimentan í broyting
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...