Føroysk gransking løgd fram á ráðstevnu um javnstøðu í Arktis
Ráðstevnan Gender Equality in the Arctic: Current realities, Future Challenges (Kynsjavnstøða í arktisku samfeløgunum) varð hildin á Akureyri í Íslandi 30. og 31. oktober í ár.
Ráðstevna hevur bara einaferð fyrr verið fyriskipað, sum varpaði ljós á kynsjavnstøðu í arktiskum samfeløgum; tað var í Finnlandi í 1992. Á Akureyri vóru luttakarar úr nógvum ymiskum londum: USA, Kanada, Russlandi og øllum Norðanlondum.
Úr Føroyum luttóku Margreta Nónklett, ráðgevi á Løgmansskrivstovuni, Firouz Gaini, lektari á Fróðskaparsetrinum og granskari (postdoc) á NTNU í Tróndheimi, og Erika Anne Hayfield, adjunktur á Fróðskaparsetrinum. Ráðstevnan hevði til endamáls at fáa granskarar, politikarar og umboð fyri felagsskapir, sum virka í arktiska økinum, at samskifta um royndir og avbjóðingar úr ymsu londunum, leggja fram granskingarúrslit og at skapa netverk og gera ætlanir fyri strategiskum framtíðarsamstarvi. Ráðstevnan, sum m.a. hevði Tarja Halonen, fyrrverandi forseta í Finnlandi sum heiðursgest, eydnaðist stak væl. Á ráðstevnuni vóru 23 framløgur og fleiri pallborðskjak, sum skaptu lívligt orðaskifti við nógvum spurningum, kritiskum viðmerkingum og niðurstøðum.
Firouz Gaini hevði framløgu við heitinum Boys will be boys? Boys and Masculinities in Contemporary Greenland and the Faroe Islands. Við støði í etnografiskum kanningum, sum Gaini hevur gjørt í Grønlandi (Nuuk) og Føroyum seinastu árini, vórðu kynssamleiki, ungdómsmentan, lívsstílur, og onnur evni lýst, viðgjørd og knýtt at almenna kjakinum um kyn og kynsjavnstøðu í Útnorðri. Framløgan var skipað við støði í hesum kjarnaspurningum: hvussu kunnu vit lýsa munirnar á siðbundnum (traditionellum) og modernaðum maskulinitetum í Útnorðri? Á hvønn hátt kunnu vit siga, at fleiri ymiskir (stríðandi) maskulinitetir eru í samfelagnum í dag? Hvar standa tey ungu í kynsjavnstøðukjakinum í dag?
Niðurstøðan hjá Gaini var, at kjakið í alt ov lítlan mun tekur støði í nýggjari vitan (gransking) um gerandislív og mentanarligar samleikar hjá ungdóminum, og serliga hjá ungu dreingjunum. Eisini vísti hann á, at sosiali veruleikin er meira fragmenteraður og samansettur í dag, enn hann fyrr hevur verið, og at tað tískil ikki ber til at seta allar dreingir ella allar gentur í sama bás. Kynssamleikarnir broytast støðugt og mugu knýtast at kontekstinum. Framløgan hjá Gaini var ein av fáum, sum settu dreingirnar í fokus á ráðstevnuni á Akureyri.
Erika Anne Hayfield hevði framløgu við heitinum What’s gender got to do with it? Migration and gender in the periphery. Við støði í einari kanning gjørd millum ung í Føroyum viðgjørdi Erika fráflytimentanina í Føroyum. Kanningin vísti, at heilt niður í 14-15 ára aldur er flytihugurin meira útbreiddur millum genturnar, sum tráa eftir at flyta úr Føroyum, hóast tær í stóran mun eisini trívast væl her.
Niðurstøðan hjá Eriku var, at í samfeløgum, har ung flyta burtur, er alneyðugt at taka støði í tilveruni hjá teimum ungu. Í alt ov stóran mun verða átøk, rættað móti ungum, snikkað til av hálvgomlum politikarum, sum ikki taka atlit til, hvussu tey ungu fata heimin, hvørjar raðfestingar tey hava, og hvussu tey liva í dag.
Erika vísti á, at tey ungu, sum flyta av landinum – hóast hesi hava sterkar kenslur fyri heimlandinum – kenna ikki neyðturviliga, at tey bert hava eitt tilhoyrsstað, og kenna seg ofta hoyra til í meira enn einum staði (enn Føroyum). Tí eiga smásamfeløg sum Føroyar at taka burtur forðingar fyri at búseta seg styttri og longri tíðarskeið í tílíkum smásamfeløgum. Stutt sagt skal tað vera smidligt ikki einans at flyta til Føroya, men eisini úr Føroyum (t.d. við einum smidligum bústaðarmarknaði).
Til ber at hoyra upptøkur av framløgum á ráðstevnuni her: http://www.nordurslodanetid.is/en/recordings
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...