Føroysk granskingarúrslit vekja ans uttanlands
Hetta er fyrstu ferð, at vit hava fingið staðfest, at andevni móti koronu halda sær í upp í 12 mánaðir, sigur Maria Skaalum Petersen, granskari, um úrslitini frá stórari føroyskari kanning, sum geva afturljóð uttanlands
Stór kanning av føroyingum, sum hava havt koronu, vísa, at 95 prosent av teimum kannaðu hava gjørt andevni móti sjúkuni.
- Og serliga áhugavert er tað, at hesi andevnini framvegis kunnu mátast í upp í 12 mánaðir eftir sjúkuna, sigur Maria Skaalum Petersen, sum er lektari og granskari í samstarvinum millum Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, Sjúkrahúsverk Føroya og Depilin fyri Heilsugransking og Fróðskaparsetur Føroya.
- Vit síggja, at IgG (sum er tað andevnið, ið heldur longst, eftir at tað er framleitt í sjúkutíðini) minkar fyrstu sjey mánaðirnar, men eftir tað flatnar fallið og tykist halda sær rættiliga støðugt, í øllum førum upp í 12 mánaðir. Tær kanningar, sum higartil eru almannakunngjørdar altjóða, hava víst, at andevni halda í minst í átta mánaðir, men hetta er fyrstu ferð, at vit kunnu prógva, at koronasjúklingar framvegis hava andevni ímóti koronu eitt ár eftir, at tey hava verið sjúk, sigur hon.
Talan er um sera týðandi og eisini góð úrslit, heldur Maria Skaalum Petersen granskari og lektari á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi
Peter Garred, professari og dr.med. frá Universitetinum í Keypmannahavn og yvirlækni á Ríkissjúkrahúsinum, hevur eisini arbeitt við føroysku kanningunum, og hann er samdur við Mariu Skaalum Petersen um týdningin av úrslitunum.
- Ja, tí tey benda á, at størsti parturin av teimum, sum hava havt COVID-19, eru heilt ella lutvíst mótstøðufør fyri nýggjari smittu í upp í eitt ár eftir upprunasmittuna, og hesi úrslit eru mest sannlíkt eisini umboðandi fyri onnur lond, sigur hann.
- Umframt tey góðu tíðindini um mótstøðuføri, kunnu úrslitini eisini hava beinleiðis samfelagsligan týdning her og nú. Tí bæði í Føroyum og Danmark verður umrøtt, hvørjar treytir skulu setast fyri, at fólk, sum ikki eru koppsett, skulu kunna fáa koronapass, sigur professarin.
Ans uttanlands
Eftir at granskingarúrslitini komu út í sokallað "pre-print" (ein háttur at fáa úrslit av hesum slagi út, áðrenn tann mangan drúgva javnlíkametingin er liðug), hava tey vakt ávísan ans uttanlands.
Politiken hevur gjørt samrøðu við Mariu Skaalum Petersen, og undir yvirskriftini, "Gleðilig tíðindi: Kroppurin hevur andevni móti koronu í minst eitt ár eftir sjúku", skrivar blaðið, at føroysku útslitini vekja vón um, at fólk eru heilt ella lutvíst mótstøðufør í upp í eitt ár eftir eftir, at tey vórðu smittað fyrstu ferð.
- Útslitini kveikja bjartskygni, skrivar blaðið.
Samrøðan í Politiken kann lesast her, um ein hevur hald.
Fleiri føroyskir miðlar hava eisini givið granskingarúrslitunum ans, og Maria Skaalum Petersen var í gjár gestur í Degi og viku.
Samrøðan kann síggjast her (byrjar á 17:59)
405 koronusjúklingar kannaðir
Endamálið við granskingarverkætlanini er at kanna ta natúrligu andevnisframleiðsluna hjá fólkum, sum hava verið smittað við COVID-19 í Føroyum.
Granskingarverkætlanin hevur savnað blóðroyndir frá í alt 405 føroyskum koronasjúklingum, sum hava verið sjúkir av COVID-19 frá mars til desember 2020.
172 av hesum fólkum vóru sjúk í tíðarskeiðinum mars til apríl 2020 og 233 fólk í tíðarskeiðinum frá august til desember 2020.
Luttøkan hevur verið sera góð. Meira enn 85 prosent av øllum skrásettum koronatilburðum í Føroyum hava luttikið í granskingarverkætlanini, t.v.s. at tey umboða tey uttan ella við mildum sjúkueyðkennum, umframt tey við ringari sjúku. Luttakararnir hava latið eina blóðroynd tríggjar ferðir (ávikavist tríggjar, sjey og 12 mðr. og ein, tríggjar og sjey mðr. eftir sjúkubyrjan), sum eru kannaðar fyri andevni.
Tvey sløg av greiningum eru brúkt fyri at kanna fyri COVID-19 andevni. Ein greining, sum kannar, um tað eru andevni ella ikki, og sum er gjørd á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni í Føroyum, og ein onnur greining, sum mátar mongdina av andevnum í blóðinum, og sum er gjørd á Molekylær Medicinsk Laboratorium á Ríkissjúkrahúsinum.
Verkætlanin er samstarv millum Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, Landssjúkrahúsið, Ílegusavnið, Landslæknan, Fróðskaparsetur Føroya og Københavns Universitet, umframt Molekylær Medicinsk Laboratorium á Klinisk Immunologisku deild, Diagnostisk Center á Ríkissjúkrahúsinum.
Maria Skaalum Petersen, lektari, og Pál Weihe, professari, hava ábyrgd av tí kliniska partinum av granskingarverkætlanini, og Peter Garred, professari hevur ábyrgdina av IgG-andevnisgreiningunum. Verkætlanin er fíggjað av Felagnum Nótaskip, Sp/f Krúnborg og Borgartún, tí serstaka COVID-19 stuðlinum frá føroyska Granskingarráðnum, Novo Nordisk fonden og Carlsberg fonden.
Lesið greinina í pre-print her.
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...