Føroysk grein í Oxford University Press
Í nýggjastu útgávuni av viðurkenda tíðarritinum, Oxford University Press, Journal of International Dispute Settlement, er grein hjá Bjørn Kunoy, professara í altjóða lóg á Fróðskaparsetri Føroya
Greinin kallast "Equivocal or Inequivocal Bar for Determining Consent to Jurisdiction" og viðger løgdømisspurningar hjá altjóða dómsstólum og gerðarrættum.
Fullveldisríki kunnu bara dragast fyri altjóða dómstól ella gerðarrætt, um viðkomandi fullveldisríki hevur givið samtykki til, at dómstólurin ella gerðarrætturin hevur løgdømi í einari møguligari trætu millum viðkomandi fullveldisríki og onnur.
Hetta merkir, at eitt fullveldisríki ikki kann standa til svars fyri brot á altjóða lóg uttan so, at fullveldisríkið frammanundan hevur givið samtykki til løgdømið hjá viðkomandi altjóða dómstóli ella gerðarrætti.
Tað er ikki ávísur frymil, ið skal nýtast til at geva samtykki til løgdømi. Tískil er ofta talan um torførar tulkingar av sáttmálaásetingum.
Greinin hjá føroyska professaranum útgreinar í fyrsta lagi, hvat grundin er til, at samtykki er neyðugt fyri, at ein dómstólur ella gerðarrættur kann útinna løgdømi. Síðani verða galdandi dóms- og gerðarrættarúrskurðir gjøgnum eitt 100 ára-tíðarskeið greinaðir, m.a. er ein kritisk viðgerð av løgdømisviðurskiftum við støði í einum feskum dómsúrskurði hjá altjóða dómstólinum í Haag í eini trætu millum Guyana og Venesuela.
Altjóða dómstólar hava franskt og enskt sum almenn arbeiðsmál. Tó ber til at avgera, um rætturin skal taka útgangsstøði í fronsku ella ensku orðingunum, um so er, at tað ikki er fullkomið samsvar millum báðar orðingarnar.
Ein av niðurstøðunum í greinini hjá Bjørn Kunoy er, at dómsúrskurðarnir vísa, at tað ikki er samsvar millum fronsku og ensku orðingarnar, tá tað ræður um at staðfesta, um samtykki er givið til løgdømi ella ei.
Krøvini í fransktmæltu úrskurðunum tykjast seta krøv, ið eru torførari at røkka, meðan krøvini, ið liggja til grundar fyri ensktmæltu úrskurðunum, eru linari.
Fram til 2020 hevur franskt verið galdandi arbeiðsmál í trætum av týdningi fyri hendan spurningin, meðan dómsúrskurðurin í trætuni millum Guyana og Venesuela er fyrsti dómsúrskurður, ið viðgerð hesar løgdømisspurningar, har enskt er almenna málið.
Hóast eingin rættur í málunum frammanundan hevur tikið útgangsstøði í ensku orðingunum um løgdømissamtykki, leggur rætturin í trætuni millum Guyana og Venesuela dent á júst hesar ensku orðingarnar, har krøvini hava verið linari, tá ið grundgivið verður fyri úrskurðinum um løgdømisspurningin í Guyana-Venesuela trætuni.
Vísandi til ósamsvarið millum bæði málini í úrskurðunum metir professarin, at hetta kann hava óvissu og ivamál við sær, tí fordømi hava so ómetaligan týdning í venju hjá altjóða dómstólum og gerðarrættum.
Samandráttur av greinini kann lesast her.
Lesið meira um tíðarritið, Journal of International Dispute Settlement, her.
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...