Føroysk luttøka í arktiskari verkætlan um javnstøðu
Føroyar eru við í einari verkætlan undir Arktiska Ráðnum, ið hevur til endamáls at fremja javnstøðu í Arktis.
Tað er Erika Anne Hayfield, adjunktur á Fróðskaparsetri Føroya, sum í samstarvi við Løgmansskrivstovuna umboðar Føroyar í verkætlanini. Verkætlanin fer fram í “Sustainable Development Working Group”, ið er ein arbeiðsbólkur undir Arktiska Ráðnum, sum virkar fyri á burðardyggan hátt at verja og styrkja búskaparligu støðuna, mentanina og heilsuna hjá fólkunum í Arktis.
Sum liður í hesum arbeiði verður skipað fyri einari ráðstevnu á Akureyri í Íslandi 29-30 oktober í ár.
Sæð frá føroyskum sjónarhorni er samstarvið um javnstøðu í arktiskum høpi serliga týðandi tá hugsað verður um fráflyting og at tað vantar kvinnur í Føroyum. Á tann hátt hava Føroyar líknandi avbjóðingar sum fleiri aðrir útjaðarar í arktiska økinum. Harafturat eru fleiri onnur øki, ið Føroyar kunnu samstarva um, tá talan er um javnstøðu í arktiskum høpi. Eitt nú um kyn og útbúgving, kyn og demografi, kyn og politikk, trygd (t.d. rúsevnismisnýtslu, harðskap, sjálvmorð) og kynsfatanir og seksualitet. Hesi og onnur evni verða viðgjørd á ráðstevnuni seinni í ár.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...