Føroysk mállæra 2
Nám gevur í hesum døgum út bókina Føroysk mállæra 2. Grunddrøg í føroyskari syntaks eftir H. P. Petersen
Hetta er onnur bókin í røðini Føroysk mállæra. Bind I, Føroysk mállæra 1. Kyn, orðmyndan og bending kom í 2015, 2019, og er uppafturprentað nú eisini við nøkrum smávegis broytingum.
Eftir ætlan skal bind 3 vera um ljóðlæru, og kemur tann bókin vónandi út í 2021.
Bókin Grunddrøg í føroyskari syntaks tekur fyri ymisk syntaktisk mynstur í málinum. Hon er í 9 kapitlum, og hevur leitorðalista og eisini orðafrágreiðingar.
Bókin er bygd upp soleiðis, at fyrst verða orðaflokkar umrøddir, síðani heildir. Í hesum kapitli verður komið inn á t.d. navnheildina og sagnheildina.
Fjórði kap. er um setningsliðir, har nortið verður við setningarligar og merkingarligar eginleikar, ið t.d. grundliður hevur.
Síðani verða setningar viðgjørdir og í kap. 6 er komið inn á samsvarsbending og fall.
Eitt langt kap. er um orðarað og eitt annað um persónsfornøvn og tilvísing, og síðst í bókini er eitt kap. um athall, har orð verður skift um danska (og partvís enska) ávirkan á føroyskt.
Bókin fæst í bókabúðunum og kostar 498 krónur.
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...