02.12.2009
Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Føroysk sjófólk, sum sigla í øðrum londum

Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning hevur í dag, saman við Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagnum, givið út Arbeiðsrit 22/2009 Føroysk sjófólk, sum sigla í øðrum londum.


Føroysk sjófólk hava í meiri enn eina øld siglt í øðrum londum. Tey fyrstu árini serliga við føroyskum skipum, men síðan umleið 1920 hevur tað verið vanligt, at føroysk sjófólk hava siglt við útlendskum skipum. Í dag siglir ein týðandi partur av føroysku sjófólkunum við útlendskum skipum, m.a. í handilsflotanum, við fiskiskipum og í oljuvinnuni.

Tá hetta er sagt, so er tað eisini ov trongskygt at siga, at føroyski búskapurin bert hevur eitt bein, fiskivinnuna. Fleiri partar í føroysku arbeiðsmegini, serliga sjófólk, hava í meira enn eina øld verið knýttir at arbeiðsmarknaði, ið fevnir víðari enn bert tann føroyska partin. Tað ber til at siga, at kanska hevur fiskivinnan verið berandi beinið, men tann parturin av fólkinum, ið hevur verið í vinnu uttanlands, hevur verið hitt beinið, ið hevur tryggjað føroyska búskapinum framgongd og avmarkað bakkøstini í ringum tíðum.

Føroysk sjófólk, sum sigla í øðrum londum, virka undir ymiskum skipanum. Flestu sjófólkini sigla við skipum, sum eru skrásett undir donsku altjóðaskipaskrásetingini DIS. Nógv sjófólk sigla við skipum, sum eru í norsku altjóðaskipaskrásetingini, NIS. Meðan tað eisini eru føroysk sjófólk, sum sigla í eitt nú Grønlandi og Kanada. Sjófólk sum sigla undir DIS eru lønt sambært nettosáttmála, t.v.s. at tey fáa útgoldið løn, sum um tey longu høvdu rindað skattin. Hendan skipan er gjørd til fyrimuns fyri reiðaríini í DIS, sum á hendan hátt sleppa at minka um lønarkostnaðin. Í mun til DIS, so verða sjófólk í NIS lønt sambært bruttosáttmála, t.v.s. at tey rinda skatt av útgoldnu lønini. Reiðarí í NIS kunnu tó søkja um at fáa ein part av inntøkuskattinum, sum manningarnar rinda, afturgoldnan. Sjófólk í Grønlandi og Kanada sigla ikki undir altjóðaskipaskrásetingum, men verða skattaði eftir ávísari skipan.

Talið av føroyskum sjófólkum í øðrum londum hevur ligið nøkulunda støðugt um 700 tey seinastu mongu árini. Frá 2006 til 2008 er talið økt til 961. Sambært hagtølunum starvast meiri enn helmingurin undir DIS-skipanini, meðan næststørsti parturin er undir norskum skipanum. Minsti parturin er undir Grønlandi ella Kanada.

Føroysk sjófólk sigla í høvuðsheitum sum skiparar, navigatørar og maskinmeistarar. 81 prosent av øllum føroyskum sjófólkum undir DIS-skipanini sigla sum yvirmenn. Næststørsti bólkurin er dekkarar og maskinmenn, sum er umleið sjey prosent av føroyskum sjófólkum undir DIS-skipanini. Restin, t.v.s. 12 prosent, eru sett í øðrum størvum.

Við neyðugu fyrivarnunum fyri hagtalsgrundarlagnum ber til at geva eitt rættiliga gott boð upp á samlaðu inntøkuna frá DIS, NIS og Grønlandi og Kanada. Samlaða inntøkan er vaksin spakuliga úr umleið 140 mió. kr. í 1998 til 170 mió. kr. í 2004, t.v.s. umleið 5 mió. kr. um árið. Frá 2004 vaks inntøkan rættiliga skjótt upp í 320 mió. kr. í 2008, t.v.s. við umleið 35 mió. kr. um árið.

Hóast uttanlandsinntøkurnar ikki verða beinleiðis skattaðar í Føroyum, eru tær við til at skapa virksemi og inntøkur í føroyska samfelagnum, tí peningurin verður vanliga nýttur í Føroyum. Samlaða árinið av uttanlandsinntøkunum er tí størri, enn vit vanliga geva okkum far um. Eitt gott boð uppá árinið er, at uttanlandsinntøkurnar eru við til at skapa umleið eins stórt virksemi í føroyska samfelagnum, sum tær upprunaliga sjálvar eru. Tað vil siga at t.d. í 2008, tá uttanlandsinntøkurnar vóru umleið 320 mió. kr., hava tær skapt virksemi fyri umleið 320 mió. kr. í føroyska samfelagnum – antin beinleiðis gjøgnum vørukeyp ella óbeinleiðis gjøgnum ringárinini og almennu nýtsluna, sum er beinleiðis og óbeinleiðis fíggjað av uttanlandsinntøkunum.


Frágreiðingin kann takast niður á www.socdev.fo undir útgávur og arbeiðsrit.