Føroyska COVID19-stýringin í stórari altjóða útgávu
Tað vóru serliga kanningarnar og tilmælini, sum vóru serstakir tættir í føroysku COVID19-kreppustýringini. Við hesum báðum stýringsamboðunum framdu Føroyar eina praktiska yvirtøku av farsóttarøkinum í 2020, sum førdi til formligu yvirtøkuna í 2024. Hetta er høvuðsboðskapurin í bókakapitli, sum Jens Christian Svabo Justinussen og Rógvi Olavson frá Søgu- og samfelagsdeilini á Setrinum hava givið út í stórari norðurlendskari antologi
Hóast Norðurlond á mangan hátt líkjast, so vóru tilgongdirnar til COVID19-stýring sera ymiskar. Tað var ein av grundunum til, at norskir granskarar í 2020 tóku stig til eina verkætlan, sum nú hevur havt fleiri áhugaverdar vísindaligar útgávur við sær. Tann seinasta er nýútgivna bókin Crisis Management, Governance and COVID-19: Pandemic Policy and Local Government in the Nordic Countries, sum 20 granskarar úr øllum átta Norðurlondunum hava givið sítt íkast til. Bókin greinar ymsu tættirnar og stýringshættirnar í sambandi við norðurlendska koronustýring.
Í kapitlinum um Føroyar lýsa Justinussen og Olavson kreppugongdina gjøgnum ymsu fasurnar, krepputilbúgving, kreppuviðurkenning, kreppuleiðslu/stýring og læring.
Høvundarnir vísa serliga á, at Føroyar skiltu seg frá øðrum londum við umfatandi kanningarleisti og smittusporingarætlan, sum fleiri onnur lond sleptu tíðliga í koronutíðarskeiðnum.
Í øðrum lagi skriva teir um, hvussu Føroyar í størri mun enn flestu onnur lond valdu eina "mjúka lóggávu" (soft law), sum í høvuðsheitum var ein tilgongd, sum bara bygdi á tilmæli, og sum fyrst og fremst kom av ríkisrættarligu støðuni og sosiala dynamikkinum, ið mangan er í mikrosamfeløgum.
Millum formligu avleiðingarnar av koronukreppuni var størri sjálvræði, í fyrstu atløgu við eini praktiskari yvirtøku av farsóttarøkinum í mars 2020 og síðani eini formligari yvirtøku av farsóttarøkinum 1. januar 2024.
Greinin er útgivin í Edward Elgar Publishing og kann lesast av øllum (open access).
Lesið greinina her.
Lesið alla bókina her.
Greinin er partur av granskingarverkætlanini “Resiliensur og samfelagsstýring undir COVID19-farsóttini í Føroyum” (2023-26), ið er stuðlað av norska og føroyska Granskingarráðnum, Betri Stuðli og Fróðskaparsetri Føroya.
- 16.12.2024 Setrið NámsvísindadeildinTá málið skuggar fyri rættinum til útbúgvingTilflytarabørn hava menniskjarætt til útbúgving, og spurn...
- 16.12.2024 Setrið NámsvísindadeildinLívið sum læraralesandi í FøroyumLæraralesandi á Setrinum, sum Kringvarp Føroya hevur tosa...
- 13.12.2024 Setrið NáttúruvísindadeildinGranskari mælir til veiðibann fyri havhest, ritu og kjógvaNýggj kanning hjá m.a. Sjúrði Hammer, granskara á Fróðska...