11_161207_1538_06-002.jpg
Anna Katrin Matras
11.12.2018
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Føroyska haran

Eyðfinn Magnussen, lektari í lívfrøði á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum, hevur síðani 2012 gjørt kanningar um føroysku haruna.

Hann hevur m.a. gjørt skráseting av:

  • hvussu nógvar harur árliga verða skotnar
  • um litbroytingar hjá haruni ígjøgnum tíðina síðani hon kom til Føroya
  • nær hon skiftir frá summarliti til vetrarlit

Í framtíðini eru eisini ætlanir at kanna, hvat haran etur, eins og at seta sendarar á nakrar livandi harur, fyri at kanna hvussu haran flytur seg.

Ein samandráttur av hesum kanningunum hjá Eyðfinni er nú savnaður í samanlagt 8 styttri filmsklippum um haruna og haruveiðuna í Føroyum. Vit fara komandi vikuna at leggja hesi á alnetið og leggja leinki til filmbrotini á heimasíðuna, fyrsti partur niðanfyri.

"Føroyska haran og haruveiða í Føroyum"