Fróðskapur
20.11.2007
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Føroyskar bíbliutýðingar og týðingarroyndir - Elsa Funding

Føroyskar bíbliutýðingar og týðingarroyndir. Setursrit 4. Elsa Funding. Turið Sigurðardóttir, ritstjóri. Tórshavn 2007, 200 síður. Kr. 228 – ISBN 978-99918-65-11-9


Elsa Funding er fyrsta føroyska kvinnan, ið gjørdist prestur. Bókin Føroyskar bíbliutýðingar og týðingarroyndir er kanning hennara av føroyskum týðingum av bíbliuteksti frá byrjanini í 1823 og fram til 1990.

Viðgerðin er tvíbýtt: tíðin fram til 1908 og tíðin 1909-1990. Týðararnir í tí fyrra skeiðinum eru slóðbrótarin Schrøter og teir Hammershaimb, Jóan Petur uppi í Trøð,  Fr. Petersen, Jógvan Poulsen, Símun av Skarði og A. C. Evensen. Í hesum skeiðinum varð støðið lagt. Í seinna skeiðinum eru tey trý høvuðsnøvnini Jákup Dahl, sum fram um aðrar skapti føroyskt bíbliumál; Victor Danielsen, ið týddi alla Bíbliuna; og K.O. Viderø, sum týddi Gamla Testamenti. Teir yngstu týðararnir eru Axel Tórgarð og Hans J. Joensen. Viðgerðin av og samanberingin millum tær føroysku týðingarnar er bulurin í bókini hjá Elsu Funding. Gjølla og hegnisliga er sagt frá, so tað er forvitnisligt hjá øllum, sum hava áhuga fyri evninum.

Men tað er ikki alt, tí høvundurin leggur fyri við vandaligari gjøgnumgongd av vesturlendskum bíbliutýðingum søguliga og ástøðiliga. Hetta er fangandi lesnaður hjá øllum, ið hava áhuga fyri tulkingarfrøði (hermeneutikki) og týðingarfrøði. 

Týðingarfrøði er ein blómandi granskingargrein í dag, og Bíblian hevur – eisini har – lykilstøðu. Hon er ikki bara ein tann mest lisna av bókum, men hon er eisini ein bók, sum nógv flestir lesarar lesa og hava lisið í týðing í eini tvey túsund ár. Bókin um føroyskar bíbliutýðingar 1823-1990 er – eisini tí – ein stórhending. 

Mentannargrunnur Landsins, Eik og Fjølrit hava stuðlað útgávuni av bókini.

Bókin, sum er nr. 4 í røðini Setursrit, er 202 bls. og kostar 228 kr.