David við Marstóli.jpg
Føroyski granskarin, David Arge Klevang Pedersen frá DTU Space, hevur staðið á odda fyri menningini av myndatólinum, sum nú leitar eftir lívi á Mars
Brynhild Thomsen
06.04.2021
Setrið Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Føroyski "marsmaðurin" í Kongshøll

Granskarin, David Arge Klevand Pedersen frá DTU Space, fer at halda almennan fyrilestur í Kongshøll um sítt slóðbrótandi arbeiði við rúmdartøkni

Føroyski serfrøðingurin í rúmdartøkni, David Arge Klevang Pedersen frá DTU Space, hevur av álvara verið í miðdeplinum í alheims miðlum, síðani NASA setti Perseverance Rover á Mars. Og nú kemur hann á Fróðskaparsetrið at halda fyrilestur.

Saman við Føroya Tele skipar Fróðskaparsetrið fyri almennum tiltaki um rúmdartøkni tann 7. apríl klokkan 16 í Kongshøll á Vestaru bryggju í Havn.

Vegna koronuleiðreglurnar er neyðugt at melda seg til tiltakið.

Meldið tykkum til fyrilesturin her.

David Arge Klevang Pedersen fer henddan dagin at halda fyrilestur um sítt slóðbrótandi arbeiði undir heitinum, "PIXL onboard Perseverance - Searching for past life on Mars".

Hann fer at røða um PIXL-myndatólið, sum filmar á Mars, og sum hann stóð fyri at menna og er við til at stýra av jørðini.

Myndatólið er eitt lyklatól á akfarinum hjá NASA, Perseverance Rover, sum nú leitar eftir lívi, sum kanska var, á reyðu gongustjørnini.

David Arge Klevang Pedersen tók ph.d.-prógv í 2016 við ritgerð síni, "High Accuracy Tracking of Space Borne Non-Cooperative Targets", og hann hevur eisini arbeitt saman við NASA í sambandi við rúmdarfarið Juno, sum varð sent til Jupiter.

Fyrilesturin hjá Davidi verður hildin á enskum, men spurningar og svar eru á føroyskum.

Stroymt verður her.