Føroyskt fyri útlendingar
01.08.2013
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Føroyskt fyri útlendingar

Fróðskaparsetur Føroya fer aftur til heystar at bjóða út skeið í føroyskum fyri útlendingar.


Talan er um tvey skeið á BA-stigi:

  • Faroese for foreigners I, har fortreytin er, at tey lesandi skulu hava miðnámsskúlaprógv ella tað, sum svara til eitt slíkt.
  • Faroese for foreigners II, har fortreytin er, at tey lesandi skulu hava tikið fyrra skeiðið “Faroese for foreigners I” ella hevur eitt summarskeið í føroyskum.

Endamálið er at geva teimum lesandi innlit í føroyska mállæru og málnýtslu. Serliga verður dentur lagdur á málførleikarnar at tosa, at fata, at lesa og partvís eisini at skriva.  Dentur verður lagdur á formsíðu málsins, eins væl og at tey lesandi læra at nýta hesa í praksis.

Skeiðini byrja 1. oktober 2013 og halda á til 21. desember 2013. Lærari verður Erla Bech Nolsø. Hjalmar P. Petersen hevur ábyrgd av skeiðunum, sum verður hildin á Føroyamálsdeildin, V. U. Hammershaimbs gøtu 16, FO-100 Tórshavn.

Undirvísingin verður í høvuðsheitum fjarundirvísing, men  tey lesandi hittast eisini nakrar ferðir. Hetta verður eftir ætlan; í byrjanini, tá skeiðið er hálvrunnið og móti endanum av skeiðnum. Hvørja viku skulu tey lesandi lata inn uppgávur. Neyðugt er tí, at tey lesandi (1) hava og duga at brúka teldu, (2) hava netsamband og (3) seta seg inn í at nýta samskiftisskipanina Moodle. Ein stuttur inngangur til hetta verður í byrjanini av skeiðnum.

Skeiðini telja10 ECTS hvørt.

Fólk kunnu tekna seg til skeiðini, sjálvt um tey ikki búgva í Føroyum.

Bøkur til skeiðini eru: Faroese. A Language Course for Beginners, 1 & 2.

Kostnaður fyri hvørt skeið er 2500,- DKK. Luttakarar skulu hava goldið skeiðið áðrenn byrjan.

Próvtøka

Próvtøkan er skrivlig í fýra tímar við hjálparamboðum og við innanhýsis próvdøming, har próvtalastigin er staðið/ikki staðið.

Tilmeldingarfreistin
er sett til 1. september 2013. Umsøkjarar fáa svar 15. september, um tey eru tikin upp.