14.01.2015
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Føroyskt fyri útlendingar

Fróðskaparsetur Føroya fer aftur til várs at bjóða út skeið í føroyskum fyri útlendingar.


Talan er um skeið á BA-stigi:

•    Faroese for foreigners I
•    Faroese for foreigners II

Fortreytin fyri upptøku til Faroese for foreigners I er í minsta lagi miðnámsskúli ella samsvarandi. Fyri Faroese for foreigners II er fortreytin frammanundan at hava  tikið Faroese for Foreigners I ella verið á summarskeiði í føroyskum (altjóða el. norðurlendskum).

Endamálið er at geva teimum lesandi innlit í føroyska mállæru og málnýtslu. Serliga verður dentur lagdur á málførleikarnar at tosa, at fata, at lesa og partvís eisini at skriva. Dentur verður lagdur á formsíðu málsins, eins væl og at tey lesandi læra at nýta hesa í praksis.

Skeiðslýsingar kunnu takast niður her:


Skeiðið er 10 vikur. Tað byrjar 1. februar 2015 og heldur á til 20. apríl 2015.

Lærari verður Lena Reinert og Hjalmar P. Petersen hevur ábyrgd av skeiðnum, sum verður hildið á netinum.

Undirvísingin verður í høvuðsheitum fjarundirvísing, men tey lesandi hittast til undirvísing á Føroyamálsdeildini, V. U. Hammershaimbs gøtu 16, FO 100  Tórshavn, í  tilsamans 9 undirvísingartímar. Hetta verður eftir ætlan; í byrjanini, tá skeiðið er hálvrunnið og móti endanum av skeiðnum. Hvørja viku skulu tey lesandi lata inn uppgávur á netinum. Neyðugt er tí, at tey lesandi:
•    hava og duga at brúka teldu
•    hava netsamband
• seta seg inn í at nýta samskiftisskipanina Moodle

Ein stuttur inngangur til Moodle verður í byrjanini av skeiðnum.

Skeiðið telur 10 ECTS.

Tak niður umsóknarblað: Føroyskt fyri útlendingar I og II

Kostnaður fyri hvørt skeið er 2500,- DKK. Luttakarar skulu hava goldið skeiðið seinast fríggjadagin 28. januar 2015. Luttøkugjaldið verður ikki afturgoldið. Fólk kunnu tekna seg til skeiðið, sjálvt um tey ikki búgva í Føroyum.

Tilmeldingarfreistin er sett til 16. januar 2015. Umsóknir skulu sendast til: hjalmar(at)setur.fo

Bøkur til skeiðið eru Faroese. A Language Course for Beginners

Próvtøkan er skrivlig í fýra tímar við hjálparamboðum og við innanhýsis próvdøming, har próvtalastigin er staðið/ikki staðið.

Umsøkjarar fáa svar 19. januar, um tey eru tikin upp. Skeiðið verður treytað av nóg nógvari undirtøku.