22.01.2013
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Føroyskt fyri útlendingar í Føroyum

Fróðskaparsetur Føroya fer til várs at bjóða út skeið í føroyskum fyri útlendingar.


Talan er um skeið á BA-stigi, har fortreytin er, at tey lesandi skulu hava miðnámsskúlaprógv ella tað, sum svara til eitt slíkt.

Endamálið er at geva teimum lesandi innlit í føroyska mállæru og málnýtslu. Serliga verður dentur lagdur á málførleikarnar at tosa, at fata, at lesa og partvís eisini at skriva. Dentur verður lagdur á formsíðu málsins, eins væl og at tey lesandi læra nýta hesa í praksis.


Skeiðið byrjar 16. februar 2013 og heldur á til 14. juni 2013. Lærari verður Hjalmar P. Petersen og skeiðið verður hildið á Føroyamálsdeildin, V. U. Hammershaimbs gøtu 16, FO-100 Tórshavn.

Undirvíst verður leygardagar 3 tímar aðru hvørja viku frá kl 11. Eisini verður fjarundirvísing, har tey lesandi hvørja viku skulu lata inn uppgávur. Neyðugt er tí, at tey lesandi hava (1) netsamband og (2) seta seg inn í at nýta Moodle. Ein stuttur inngangur til hetta verður í byrjanini av skeiðnum.


Kostnaður fyri skeiðið er 1000,- DKK.


Próvtøka
Próvtøkan er skrivlig í fýra tímar við hjálparamboðum og við innanhýsis próvdøming, har próvtalastigin er staðið/ikki staðið.


Tilmeldingarfreistin er sett til 1. februar 2013.