Føroyskt í læraraútbúgvingini
Undir yvirskriftini “Føroyskt í fríum falli” førir Jonhard Mikkelsen í samrøðu í Dimmalætting 16.1.2015 fram, at tað er “ein katastrofa, at skipanin nú er soleiðis, at tú kanst fara ígjøgnum læraraskúlan, ja, uttan at hava lisið ein einasta føroyskan bókstav”. Tað er ikki rætt.
Tað kann vera, at nøkur lesandi hava minni føroyskt í dag enn fyrr – t.e. fyri 2008. Men nógv tey flestu hava nógv meiri føroyskt nú enn fyrr. Nøkur lesandi hava føroyskt og málundirvísing í tvey heil undirvísingarár av teimum fýra, ið læraraútbúgvingin fevnir um. Harafturat:
- Øll, sum lesa til lærara, hava grundskeið í føroyskari rættskriving. Hetta skeið vigar 10 ECTS í útbúgvingini.
- Tveir triðingar av teimum lesandi velja hugvísindabreytina, sum er ein av trimum breytum, ið tey kunnu velja annað lestrarárið. Hugvísindabreytin vigar 60 ECTS, og er heitið á tí, sum í kunngerðini fyri læraraútbúgvingini eitur Føroyskt og málundirvísing.
- Ein stór helvt av teimum lesandi velja føroyskt sum aðra av teimum báðum linjugreinunum, sum tey skulu hava: 2012-13 og 2013-14 tóku 18 føroyskt sum linju, í 2014-15 eru tey 24, sum hava føroyskt á linju. Hvør linja vigar 45 ECTS.
- Ein stór helvt av teimum, ið hava føroyskt sum linjugrein, skriva annaðhvørt bachelorritgerðina triðja árið ella ta yrkisrættaðu uppgávuna fjórða árið í føroyskum. Ritgerðirnar viga 15 ECTS hvør.
- Allar uppgávur, synopsur, ritgerðir o.t. verða skrivaðar á føroyskum.
- Í øllum uppgávum, ið verða skrivaðar á Námsvísindadeildini og á Føroyamálsdeildini – líkamikið hvat skeið og hvørja lærugrein talan er um – er tað eitt krav, at tann lesandi nýtir góðan og greiðan málburð, setningsbygnað og rætta stavseting.
Tað er tí ikki rætt, at tað ber til at fáa prógv sum lærari uttan hava lisið ein einasta føroyskan bókstav. Fróðskaparsetrið leggur sær og teimum lesandi eina við, at føroyskt mál er grundarlag undir allari fakligari miðlan í undirvísingarverki okkara.
ECTS er eitt altjóða mát fyri, hvussu nógv arbeiði tann lesandi skal leggja í útbúgvingina. Styttingin stendur fyri European Credit Transfer System, ið er ein liður í bolognaskipanini av útbúgvingum, sum ger tað einfalt at samanbera útbúgvingar. Ein bachelorútbúgving er í minsta lagi 180 ECTS, eitt lestrarár er 60, og hvørt ECTS samsvarar við 25-30 arbeiðstímar hjá tí lesandi.
Námsvísindadeildin
Janus Jensen, útbúgvingarleiðari, og Malan Marnersdóttir, dekanur.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...