Føroyskt KT til forsagnir um lúsatøl í alibrúkum
Fiskaaling hevur gjørt eina kanning um lúsatrupulleikan í føroyskum alibrúkum. Eitt nýtt føroyskt modell og telduforrit til forsagnir um laksalús er í hesum sambandi ment av Hannesi Gislasyni.
Modellið, ið hevur vakt ans uttanlands, blivu tíðindi í Chile og róst av ummælarum hjá altjóða vísindatíðarriti, har tað er komið út í nýggjari evnisútgávu um laksalýs, juni 2018.
Við hagfrøðiligum teldusimuleringum greinar og forklárar modellið gongdina í lúsatølum í føroyskum alibrúkum – eisini aftan á viðgerðir – og ger forsagnir um lúsatøl 1-2 mánaðir fram í tíðina. Harumframt er hagfrøðilig teldutøkni og lúsatølini brúkt á nýggjan hátt til at máta menningartíðina hjá laksalýs í føroyskum alibrúkum.
Ein grein um modellering av lúsateljingunum hjá Fiskaaling varð fyrst givin út online í november 2017, og í juni 2018 er greinin givin út í eini evnisútgávu um laksalýs hjá altjóða vísindatíðarritinum, Journal of Fish Diseases. Talan er um eina grein, ið byggir víðari á ein fyrilestur, sum Hannes Gislason umboðandi Fiskaaling helt um laksalýs á eini altjóða ráðstevnu í Írlandi á heysti 2016.
Eftir fyrilesturin var Hannes Gislason boðin at skriva greinina til eina evnisútgávu í vísindatíðarritinum, Journal of Fish Diseases, við laksalús sum høvuðsevni.
Greinin, sum er ein av 13 vísindaligum greinum, ið eru útgivnar í hesi útgávu, rúmar 21 blaðsíður av 170 síðum.
Vísindagreinin snýr seg um eina kanning, ið lýsir myndina av støðuni viðvíkjandi laksalús í føroyskum alibrúkum. Kanningin er gjørd á Fiskaaling, har Hannes Gislason tá starvaðist sum parttíðargranskari, og á Fróðskaparsetri Føroya, har hann er professari í kunningar- og samskiftistøkni, og hevur dátuvísindi, hagfrøði og bioinformatik sum síni granskingarøki.
Úrslitini í greinini eru býtt í tveir partar. Fyrri parturin snýr seg um eitt modell, ið kann simulera gongdina í lúsatølum og tann ofta stutta virknaðin av lúsaviðgerðum, eins og gerð av forsøgnum um lúsatøl ein til tveir mánaðir fram í tíðina.
Her kann nevnast, at norska heimasíðan IntraFish í greinini “Bruk av stordata gir god lusevarsling”, tann 20. november 2017 skrivaði um eina aðra skipan (IBMs Watson og kunstigan intelligens), sum kundi gera forsagnir um lúsatøl upp til tvær vikur fram í tíðina. Um somu tíð – tann 22. november 2017 – skrivaði Salmonexpert í Chile um føroyska modellið, sum kundi gera forsagnir 1-2 mánaðir fram í tíðina.
Seinni parturin í greinini viðger nýggjar tíðarseriugreiningar við atliti til at finna vakstrartíðina hjá laksalús í føroyskum sjóhita.
Greinin inniheldur eisini metingar um nøring av laksalús við ymiskum markvirðum fyri kynsbúnar lýs, eins og leggur upp til kjak um nýggju kunngerðina um laksalús. Síðani grundgevur greinin fyri at minka um smittutrýstið við at lækka markvirðið fyri kynsbúnar lýs, eins og áseta markvirði fyri yngri lýs. Og síðst, men ikki minst, at umhugsa mørk fyri nøgdina av fiski í alibrúkunum.
Sum granskari, tá knýttur at Fiskaaling, hevur Hannes Gislason hagfrøðiliga greinað og modellerað lúsateljingar hjá Fiskaaling. Endamálið var at simulera gongdina í lúsatølunum og tann ofta stutta virknaðin av viðgerðum ímóti laksalýs. Hetta fyri vónandi betur at kunna skilja og hjálpa til við at minka um lúsatrupulleikan.
Vísindaliga greinin verður róst av ummælarunum í tíðarritinum og úrslitini saman við góðu ummælunum geva ábendingar um, at eitt týðandi føroyskt granskingararbeiði innan laksalús – til gagns fyri bæði føroysku og altjóða alivinnuna – er greitt úr hondum.
Á aliráðstevnuni á Hotel Føroyum 2. mars 2018 helt Hannes Gislason kunnandi fyrilesturin: “Forsagnir um lúsatøl í alibrúkum” um úrslitini í útgivnu greinini.
- KVF um hesa granskingina (Útvarpstíðindi 8. Juli 2018 kl. 18.00, ljóðbrotið frá 06:50-08:40):
- Leinkið til evnisútgávuna hjá Journal of Fish Deases er HER:
- Sjálv greinin kann lesast HER:
- Salmonexpert í Chile um greinina:
- IntraFish um aðra skipan til forsagnir um laksalús:
- Fyrstu tíðindini um hesa kanningina
Samband:
Hannes Gislason
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...