15.02.2021
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin Skriva út
Føroyskt lógarrit hevur aðalfund
Føroyskt lógarrit (FLR) boðar til aðalfundar 18. februar klokkan 16:30
Føroyskt lógarrit (FLR) er óheft løgfrøðiligt tíðarrit, ið hevur til endamáls at skipa og útgeva tilfar, sum lýsir og greinar mál av týdningi fyri føroyska løgdømið.
FLR hevur síðani 2001 virkað fyri dygdargóðari og fakligari viðgerð av løgfrøðiligum avbjóðingum í føroyska samfelagnum.
Hósdagin 18. februar kl. 16:30 hevur Føroyskt lógarrit (FLR) aðalfund í Jónas Broncksgøtu 25, 4. h.
Skrá sambært viðtøkum felagsins:
1. Val av ritstjórn
2. Komandi útgávur
Øll eru hjartaliga vælkomin.
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...