Malan Marnersdóttir
10.10.2011
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Føroyskt serblað

Í nýggja Scandinavica eru allar greinirnar hesa ferð um føroyskar bókmentir.


Í nýggja Scandinavica eru allar greinirnar hesa ferð um føroyskar bókmentir.

John Michinson er ph.d.-lesandi á UCL. Hann hevur verið í Føroyum eitt fitt tíðarskeið, meðan hann hevur arbeitt við ritgerð sínari. Greinin, “The Saming of the Few: Post-Colonialism without the “Other” in the Faroe Islands”, lýsir danskt og føroyskt mál úr post-kolonialum sjónarhorni. Fyrst lýsir hann tey einastandandi kolonialu føroysku-donsku viðurskiftini, sum hava nærri kanning uppiborin. Síðani vendir hann sær til tveir teoretikarar, sum eru nógv nýttir í post-kolonialum rannsóknum: Gayatri Chakravorty Spivak og Louis Althusser. Greinin vísir, hvussu danska hjálandavaldið stovnaði eina koloniala skipan í Føroyum, sum vendi tí, sum eitur “othering” hjá Spivak, við. Eftir tað hyggur John Michinson at hugsanum hjá Louis Althusser um ideologi fyri at greina, hvussu henda óvanliga skipan í ein vissan mun verður hildin uppi av føroyingum sjálvum.

Malan Marnersdóttir, professari á Føroyamálsdeildini, viðger í greinini Women and Ballads: “The Representation of Women in Faroese Ballad Tradition” leiklutin hjá kvinnum í Brynhildartátti. Lýsingarnar av kvinnum í kvæðinum verða sæddar sum Meistaradómar og “formandi diskursar” í merking Judith Butlers. Hesir dómar eru við til at áseta tað, sum Pierre Bourdieu kallar habitus. Í hesum føri verða metingarnar av kvinnum algildar. Hinvegin kunnu kvæðini, sum Birita á Mýri kvað fyri Hammershaimb á innsavningarferð hansara í Suðuroy, síggjast sum mótmæli móti ella í minsta lagi bjóða niðrandi metingunum av.

Triðju greinina í Scandinavica hevur Anne-Kari Skarðhamar skrivað, “Dancing on the Edge between Pride and Shame: Representation of Colonialism and Independence in Gunnar Hoydal’s Novel Í havsins hjarta”. Henda greinin viðger hvussu kolonialisma og vónir um at verða sjálvstøðugar eru lýstar í skaldsøguni Havsins hjarta. Henda postmodernaða skaldsøgan fevnir um meira enn hundrað ára politiska, sosiala, mentanarliga og persónliga søgu og kannar partar av sosio-politisku menningini í Føroyum. Harumframt leggur skaldsøgan dent á leiklutin hjá bókmentum at styðja vónir hjá fólki. Greinin er forsprákari fyri at lesa skaldsøguna, sum eina tjóðskaparliga søgu í postkolonialum samteksti.

Scandinavica er altjóða vísindaligt tíðarrit, sum verður ritstjórnað og givið út á University College London. Umframt greinirnar eru viðmerkingar og ummæli í tíðarritinum. Hetta er árgangur 49, nr. 2 í 2011.