08.10.2008
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Føroysku mýsnar vitjaðu BBC

Kanningar av føroyskum músum fara í framtíðini at geva okkum eina betri fatan av hvussu víkingarnir í síni tíð ferðaðust í Norðuratlantshavi.


Hetta sigur Jeremy Searle, sum er professari á universitetinum í York í Englandi við heimasíðuna hjá kendu bretsku tíðindarásini BBC.

Mýsnar avspegla søguna hjá fólki
Jeremy Searle hevur saman við øðrum granskarum gjørt genetiskar kanningar av músum ymsastaðni í Norðuratlantshavinum fyri at lýsa, hvussu músin hevur spjatt seg gjøgnum tíðirnar. Fólk og mýs hava í túsundavís av árum verið tætt knýtt at hvørjum øðrum. Kanningar vísa, at teir genetisku eginleikarnir hjá mýsnum í stóran mun avspegla søguna hjá fólki. Við at kanna genini hjá mýsnum og hvussu hesi eru broytt gjøgnum tíðirnar, ber til at fáa eina fatan av útbreiðslumynstrinum hjá mýsnum, og harvið eina mynd av hvussu ferðingarmynstrið hjá fólki hevur verið fyrr í tíðini.

Bretsku mýsnar av týskum uppruna
Saman við øðrum granskarum hevur Jeremy Searle gjørt DNA-kanningar av bretskum músum frá 100 ymiskum støðum í Stóra Bretlandi. Hesar kanningar vísa, at mýsnar frá stórum parti av Bretlandi hava genetiskar eginleikar, sum líkjast teimum hjá týsku mýsnum, men mýsnar, sum eru í Orknoyggjunum, líkjast meira Norskum músum. Út frá hesum kanningunum koma granskararnir til ta niðurstøðu, at niðursetufólkini í Orknoyggjunum helst komu úr Norra, meðan tey í restini av Bretlandi komu sunnaneftir. Fyri at staðfesta, um føroysku og íslendsku niðursetufólkini eisini komu úr Norra, var eisini neyðugt at kanna mýsnar úr hesum báðum londunum.

Samstarv við Fróðskaparsetrið
Hesar kanningar eru væl ávegis, og endaligu úrslitini verða væntandi klár í komandi ári. Í Føroyum eru tað fólk frá Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum, sum hava staðið fyri tí innsavnandi arbeiðinum. Mýs vórðu savnaðar ymsastaðni úr Havnini, úr Koltri og av Sandi. Eisini hevði Jens-Kjeld Jensen, fuglaútstappari í Nólsoy, 2 kg av músum liggjandi í frystiboksini, sum hann hevði savnað gjøgnum tíðina. Hesar mýsnar vóru eisini nýttar í kanningini.

Bachelorverkætlan
Umframt til at kanna spjaðingarmynstrið hjá mýsnum í Norðuratlantshavi, vórðu tær Føroysku mýsnar eisini nýttar til eina bachelor verkætlan hjá tveimum lívfrøðilesandi á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum. Tað vóru tær báðar, Heidi Hansen og Noomi Gregersen, ið gjørdu kanningarnar sum part av teirra lívfrøðiútbúgving. Endamálið við kanningum var at staðfesta, hvat slag av músum, vit hava í Føroyum, og hvaðani føroyska músin hevur sín uppruna. Kanningin vísti, at tað er munur á músunum ymsastaðni í Føroyum. Meðan mýsnar í Hesti, Fugloy, Mykinesi og Nólsoy eru vestanmýs, so eru tær í Sandoynni og í Havnini eru ein blandingur av vestan- og eystanmýs.

Føroysku kanningarnar lidnar í komandi ári
Í løtuni verður arbeitt við at viðgera úrslitini frá kanningunum av norsku mýsnum. Tá hetta arbeiðið er liðugt, verður farið undir at viðgera tey føroysku úrslitini. Sum sagt, so benda fyribils úrslit á, at føroyska músin hevur sín uppruna í Norra og ikki, sum higartil hildið, úr Danmark. Er hetta soleiðis, so er hetta í samsvar við úrslitini frá teimum genetisku kanningunum, sum fyrr eru gjørdar av føroyskum monnum. Hesar vístu, at føroyskir menn hava sín uppruna úr Norra, meðan kvinnurnar koma úr Írlandi. Spennandi verður tí at vita, um hetta eisini verður endaliga niðurstøðan, tá endaliga úrslitið er klárt einaferð í komandi ári.