Føroyskur klassikari á norskum
17.12.2013
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Føroyskur klassikari á norskum

Nýggja norska útgávan av Fiskimonnum er fyrsta útgávan av skaldsøguni uttan fyri Føroyar.


Skaldsøgan Fiskimenn eftir Martin Joensen er nú útkomin í Norra. Lars Moa, sum er stórvirkin týðari úr føroyskum, hevur týtt hana og Det Norske Samlaget hevur givið hana út.

Fiskimenn er við djúpskygdu og kritisku samfelagslýsing síni og gløggu sálarlívslýsingum sínum eitt høvuðsverk í prosabókmentum okkara í 20. øld. Hon kom út í 1946 og hevur verið útafturgivin í 1966, 1977, 1982, 2003 í skúlaútgávu og aftur í 2012.

Fiskimenn hjá Samlaget.